Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkskappingin: B36-NSÍ 1-2

Jákup Ósá, txt. Myndir Oliver.

Vit dagføra, tá nakað spennandi hendir. Fróði Benjaminsen spælir frá byrjan hjá NSÍ.

Líkindini eru av teimum bestu og at síggja til spæla bæði liðini við sterkum liðum í dag. Dómari er Janus Fossdalsá, meðan Árni Rasmussen og Kristian Gunnar Joensen eru linjuverjar.

 

B36 byrjar við hesum liðnum (4-3-3): Rói M. Hentze – Erlendur Magnussen, Odmar Færø, Bjarni Petersen, Jóhan Eiler Simonsen – Robert Heðin Brockie, Hugin Samuelsen, Lukasz Cieslewicz – Christian R. Mouritsen, Kaimar Saag, Meinhard E. Olsen

NSÍ byrjar við hesum liðnum (4-4-1-1): Símun Rógvi Hansen – Bárður J. Hansen, Jóhan T. Davidsen, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Árni Frederiksberg, Fróði Benjaminsen, Pól Jóhannus Justinussen, Jann Benjaminsen –Betuel Hansen, Klæmint A. Olsen.

 

16 min.: 0-0 í einum jøvnum dysti higartil. Bæði liðini royna at leypa á.

26 min.: 1-0 til B36. Kaimar Saag leggur bóltin til Christian R. Mouritsen, ið skorar við vinstra beininum.  

31 min.: 1-1. Árni Frederiksberg sendir hornaspark til Pól Jóhannus Justinussen, sum skallar í málið. 

41 min.: 2-1 til NSÍ. Jann Benjaminsen legði innfyri úr vinstru og Klæmint A. Olsen skallaði bóltin í málið.

Hálvleikur: 2-1 til NSÍ. Talan er um javnan dyst, men NSÍ hevur kanska havt munin í spæli og møguleikum. Fróði Benjaminsen hevur spælt sum verjukendur miðvallarleikari og tykist vera væl fyri, hóast hann ikki er byrjaður fyrr enn nú.  

 

63 min.: Framvegis 2-1 til NSÍ. B36 situr meir á spælinum nú. Bæði liðini hava gjørt nakrar útskiftingar.

 

67 min.: Hugin Samuelsen hevði stóran møguleika eftir innlegg, men bólturin fór mitt á Símun Rógva Hansen. 

 

81 min.: Petur Knudsen hevði júst nú eina roynd á, sum Rói M. Hentze bjargaði á stongina og út. Nær við 3-1.

 

Liðugt: Tað endaði 2-1 til NSÍ, sum sostatt endaði á 3. plássi í Klaksvíkskappingini. Talan var um javnan dyst og møguleikar vóru til fleiri mál enn tey trý sum komu í góðveðrinum í Klaksvík. 

Harleyfacadeacryl