Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Torrarenningin

Dávur Winther

Ein táttur á Torradøgunum er Torrarenningin, sum Treysti skipar fyri. Byrjað varð beint niðanfyri Klaksvíkar sjúkrahúsið, har eisini málið var.

Áðrenn renningina verður hitað upp. Men áðrenn tað varð hesaferð hildin tøgn í ein minut at minnast Kristian í Lambanum (Gissa) ættaður úr Fuglafirði, búsitandi í Gøtu, sum hevur verið ein hollur rennari eisini hjá Treysti. Gissa andaðist í heiminum týsdagin 20. februar, 63 ára gamal.

Eftir renningina fara allir rennarnir vanliga niðan í Heilsukaféina at fáa okkurt svaland og okkurt sunt at gnaga afturvið. Ja, rennarnir eru ein partur av Heilsukaféini, og fer vanliga einki í gongd á Heilsukaféini, fyrr enn allir rennarnir eru komnir

 

Hetta var leiðin
Talan var um heilsurenning, og tí var ikki neyðugt við tilmelding. Øll vóru hjartaliga vælkomin at luttaka, tvs. at renna og/ella ganga.

Runnið ella gangið varð heimeftir gjøgnum býin til Betri, og síðan úteftir móti Grøv/Skarðhamri, ella har, ein var staddur eftir 15 min.

Og síðani vent aftur móti Sjúkrahúsinum, har málið var.