Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrilestur í Kunoyar kirkju

Jóhann Lützen

Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu sigur hóskvøldið 1. mars frá “Tá Reformatiónin kom til Føroyar”

Í fyrilestrinum verður spurt, hvussu tann evangeliska trúgvin fekk fastatøkur her á landi. Víst verður á, at læran hjá Luther gjørdist føroyingum kunnig og kær gjøgnum tær bøkur, tey áttu og nýttu.

Marjun Lómaklett, sóknarprestur leiður løtuna.

Aftaná fyrilesturin verður boðið til kirkjukaffi.

Fyrilesturin byrjar kl. 19.00

Øll hjartaliga vælkomin!