Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Tað gongur sera væl at selja hýsu og rogn

Oliver Joensen

Manningin á Norðsøka selur í løtuni hýsu og rogn úti í Klaksvík. Vit vóru á staðnum við myndatólinum fyri løtu síðani og tá var nógv fólk har, sum keyptu. Hýsan sum var í kassunum sýntist at hava tað bestu støddina. Men tað sýntist eisini, sum at áhugin fyri rognunum var sera stórur.

Sjálvt um vit eru eitt fiskivinnusamfelag her í lokalsamfelagum, so er spell, at vit ikki skulu hava lættari atgongd til at keypa okkum ein góðan fiskadøgurða at gera til við hús.

Men ídag er so møguleikin fyri at fáa feska hýsu og nýggj rogn, men tá vit vóru har, minkaði sum matur av borði úr kørunum, so tað er at skunda sær, um ein ætlar ein sovornan døgurða ídag