Tað er eingin kjansur fyri, at vit fara út at keypa 7 nýggjar leikarar, sigur Maurice Ross.
Maurice Ross var gestur í SportBoxini hjá Rás 2 seinnapartin. M.a. segði hann, at málsetningurin hjá Víkingi í ár er at koma í Europa. – Vit hava mist 6 leikarar og tað er púra órealistiskt at siga, at vit skulu vera meistarar. Tí umstøðurnar eru heilt annarleiðis, segði Maurice Ross, sum sipaði til, a Víkingur hevur nógv fleiri ungar leikarar í hópinum enn síðsta ár.
Hann segði eisini, at hann hevði møguleika at blíva venjari hjá NSÍ eftir kappingarenda í fjør og at tað venjarastarvið hevði verið tryggari, tí Víkingur hevur mist so nógv fólk. Men Maurice ynskir stórar avbjóðingar, sum í Víkingi m.a. verður at vísa ungum leikarum álit og menna hesar. Hann segði, at í Víkingi kemur ikki uppá tal at gera sum KÍ. – Vit eru í tryggum hondum og okkara ítróttarstjóri hevði aldrin farið út og keypt 7 nýggjar leikarar. KÍ hevur annarleiðis handilsmodel, og teir hava eitt gott lið, men tað er alt avgerandi, at vit hava ein Gøtu/Leirvík samleika. Í ár verður nógv tosað um NSÍ og KÍ, og tað er rættvíst nokk. Eg verið ongantíð nøgdur við topp 4, tí hjá mær er tað bara nummar eitt, sum er gott nokk, men fíggjarliga er tað okkara mál at koma í Europa, ið skal røkkast, segði Maurice Ross m.a í SportBoxini.
Broytingarnar hjá Víkingi, KÍ og NSÍ í vetur hava verið hesar:
Víkingur
Tilgongd:
Rasheed Alabi
Dennis Nieblas Moreno
Frágongd:
Sorin Anghel
Hans Pauli Samuelsen
Gert Hansen
Erling D. Jacobsen
Fróði Benjaminsen
KÍ
Tilgongd:
Kristoffur Jakobsen
Hákun Edmundsson
Deni Pavlovic
Boris Dosljak
Ronni Møller-Iversen
Marko Dusak
Frágongd:
Jonas F. Rasmussen
Ahmed Mujdragic
Atli Danielsen
Albert Adu
Heðin Klakstein
Tórur Justesen
Dion Splidt
NSÍ
Tilgongd:
Jóhan T. Davidsen
Øssur Dalbúð
Andras Gango
Jann Martin Mortensen
Fróði Benjaminsen
Frágongd:
Jan Ó. Ellingsgaard
Jonleif Højgaard
Karsten Hansen
Haraldur R. Højgaard



