Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

“Sjálvt um vit ikki eru saman, so fari eg altíð at vera hjá tær”

Oliver Joensen

Tað segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri millum annað á móttøkuni hjá Gloria í dag:

Góðan dag, øll somul

Nógv góð orð eru longu søgd um, hvussu stór hendan løtan er.

Týdningurin av hesum tilboðnum er ómetaliga stórur, og brikkarnir í hesum puslispælinum eru óteljandi nógvir.

Men við hvørt kunnu vit best lýsa tað stóra og týdningarmikla ígjøgnum tað einfalda og lætta.

Til dømis kom eg at hugsa um eina ferð, tá Peter Plys spurdi vinmannin hjá sær Grísling, hvør dagur tað  var.

– Hvør dagur er tað í dag?

– Tað er í dag, svaraði Gríslingur.

– Mín yndisdagur!, segði Peter Plys.

So eg sigi sum Peter Plys – í dag er mín yndisdagur!

***

Plússpætur ella Palli Pumm, sum hann verður kallaður á føroyskum, hevur í skjótt 100 ár verið millum væl umtóktu barnabókafigurarnar í heiminum.

Men hann hevur eisini nógv gullkorn at bjóða okkum vaksnu.

Hann dugir at síggja stóru gleðina í teimum smáu tingunum, og tí kann hvør dagur vera hansara yndisdagur.

Hann veit, at við hvørt fylla tey minstu tingini mest í hjartanum.

Og so er hann ein ómetaliga góður vinur, sum vísir umsorgan og næstrakærleika í øllum lutum.

Og júst tí helt eg tað vera uppá sítt pláss at hava Plússpætur við til hetta høvið.

***

Um enn søgan um hetta umsorganarheimið ikki er heilt líka gomul, sum søgan um Plússpætur, so hevur hetta sanniliga verið ein dreymur í nógv, nógv ár.

Eg veit, at hetta longu var ætlanin, tá samkoman Soli Deo Gloria av fyrstan tíð keypti hendan bygningin, men ætlanin bar ikki á mál í fyrsta umfari.

At fleiri ár og royndir afturat skuldu ganga, áðrenn vit nú endiliga bóru á mál, vitnar um ein ómetaliga stóran og ótroyttiligan vilja.

Góðu tit, sum í so nógv ár hava stríðst og trúð uppá hesa verkætlanina.

Takk fyri, at tit ikki góvu upp.

Takk fyri, at tit, saman við umsitingunum hjá bæði kommunu og landi, hildu áfram at berjast fyri hesum glorverdiga endamálinum.

Tit hava gingið undan í hesum fantastiska samstarvinum, sum eisini er eitt frálíkt dømi um, hvussu stigtakarar, land og kommuna kunnu lyfta í felag, har tørvur er á tí.

So góðu tit øll, túsund takk og hjartaliga til lukku á hesum stóra degi, mínum yndisdegi.

***

Eg lati Plússpætur eiga míni seinastu orð, tí tryggleikin og blíðskapurin í honum endurspeglar onkursvegna alt tað, sum Umsorganarheimið Gloria stendur fyri og bjóðar sínum búfólki.

Eina ferð spurdi Gríslingur:

– Vit fara altíð at vera vinir, ha?

– Uppaftur longri enn tað, svaraði Plúss.

“Um tað nakrantíð kemur ein dagur, har vit ikki longur eru saman, so skalt tú minnast til hetta:

Tú ert djarvari enn tú heldur, sterkari enn tú sært út, og klókari enn tú veist.

Men tað mest umráðandi er, at sjálvt um vit ikki eru saman, so fari eg altíð at vera hjá tær.”

Blíðan byr, øll somul og Harrans ríku signing.

Takk fyri.