Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

15 ára gamal slapp at royna seg hjá KÍ

Jákup Ósá

15 ára gamal leikari fekk møguleikan seinast í dystinum ímóti Skála.

Hann hevur ikki loyvið at spæla í landskappingini i vaksnamannadeildunum fyrr enn um tveir mánaðir, men 15 ára gamli Børge Petersen spældi seinasta partin av venjingardystinum móti Skála leygardagin. Hann fyllir 16 ár 24. apríl og hevur sostatt ikki loyvið at spæla í landskappingini fyrr enn tá.  Hann hevur vant við besta liðnum hjá KÍ seinastu tíðina, nú nógvir skaðar o.a. hava rakt hópin.  

 

Sum skilst er hetta yngsti leikarin, sum hevur spælt venjingardyst á besta liðnum hjá KÍ í fleiri ár.