Krista Mørkøre hevur um vikuskifti luttikið í stórari altjóða svimjikapping (World para swimming world series), ið var hildin í Keypmannahavn.
Kappingin gekk avbera væl, har hon ma. megnaði í fýra greinum, at kvalifisera seg til EM á langgeil, sum verður hildið í Dublin komandi summar.
Krista luttók í sjey kappingum, har hon í sínum bólki (S10), rakk hesum úrslitum:
- 100 frí – 7 pláss
- 50 firvald – 1 pláss
- 100 bringa – 4 pláss
- 400 frí – 4 pláss
- 50 frí – 7 pláss
- 50 bringa – 2 pláss
- 200 frí – 5 pláss



