Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Til Brúdleyp í Alpulandi og søgan um orsøkina

Oliver Joensen

 

Í september 2016 skrivaði Norðlýsið grein undir yvirskriftini: “Eg bleiv bæði kløkk og ørkymlað”. (Samandráttur úr greinini er niðanfyri hesa greinina) Greinin snúði seg um Jórunn úr Eysturríki, sum var komin til Klaksvíkar at leita eftir Jórun, sum hon er uppkallað eftir. Greinin endaði við, at Jórunn  úr Eysturríki segði at eg og drongur mín fara at giftast í august 2017 og vit hava boðið Jórun og Per í brúdleyp.

Norðlýsið hevur verið á gátt hjá Jórun og Per fyri at fregnast um túrin í Eysturríki.Tað lovaðu vit at fylgja upp upp á fyri hálvum øðrum ári síðani, her er so søgan um tíðina eftir og ikki minst brúdleypið í Eysturríki.

“Eg gangi í køkinum, Per situr niðri undir og hyggur eftir hondbólti í sjónvarpinum, og tað pikkar á dyrnar. Uttanfyri stendur ein ung kvinna og ein ungur maður” –  Hetta kom at broyta lívið hjá mær og Per, sigur Jórun Niclasen, nú eg aftur siti í stovuni hjá teimum undir Brúnni 40.

Uppkallað uttan samband yvirhøvur

Meira enn hálvtannað ár er liðið síðan eg sat her á sama stað og skrivaði ótrúligu søguna um ungu gentuna úr Eysturríki, ið er uppkallað eftir Jórun uttan at nakað samband yvirhøvur hevði verið ímillum foreldrini hjá hesi ungu kvinnuni og Jórun og Per. Greinin, sum eg skrivaði seinast í august mánaði í 2016, endaði við, at Per og Jórun vóru boðin til Eysturríki í brúdleyp, ið skuldi vera í 2017.

Takkarbræv

Jórun greiðir frá: Beint eftir at Jórunn og Martin vóru farin aftur til Eysturríki, skrivaðu foreldrini hjá Jórunn eitt vakurt takkarbræv til okkara. Tey søgdu seg vera ógvuliga glað fyri at vit høvdu tikið so væl ímóti unga parinum. Víðari varð sagt í brævinum, at tey vónaðu at vit tóku av innbjóðingini til brúdleyp, sum tey vistu vit høvdu fingið, og harafturat ynsktu tey inniliga at vit vildu búgva hjá teimum, tá vit komu til Eysturríki.

Frá Jórunn og Martin fingu vit eisini ein film sendandi, sum tey høvdu tikið upp í Klaksvík, ímeðan tey leitaðu eftir “undir Brúnni 40”.

Tóku av innbjóðingini

Pápi Jórunn eitur Christoph og mamman eitur Ursula. Pápin er leiðari fyri eini IT-fyritøku. Seinastu 30 árini  hevur hann saman við einum veðurlagsgranskara ferðast nógv í Arktis, har teir saman hava kannað upphitingina av jørðini – Global Warming. Mamman er professari á einum universiteti og undirvísir kandidatum í teologi.

Vit bæði gjørdu av, at hetta vildu vit uppliva og sjálvsagt skuldu vit, til heiðurs fyri brúðarparið, vera í føroyskum klæðum, siga Jórun og Per.

Til Eysturríki

7. august gekk leiðin til Eysturríki. Í veruleikanum vistu vit ikki hvat vit komu til, hóast vit høvdu havt nógv samband við tey. Vit høvdu ongantíð sæð foreldrini, sum skuldu vera vertir okkara.

Tá flogfarið lendi í Wien, blivu vit móttikin, sum hin burturvilsti sonurin. Flogfarið var ikki meira enn lent, tá fingu vit boð um, at tey stóðu uttan fyri “gatina” og bíðaðu eftir okkum. – Komin ígjøgnum gatina var tað, sum vit høvdu kendst alt lívið. Hetta er fyrstu ferð vit síggja hesi fólkini,  tey bæði klemmaðu og mussaðu okkum og vóru so ógvuliga glað fyri, at vit vóru komin langa teinin.

Stóra virðing fyri náttúruni

Tey búgva stutt uttan fyri Wien í einum stað, sum eitur Buchelbach. Heima búgva pápin og mamman og beiggin Birk, sum lesur til journalist. Sethúsini og grundøki er til saman nakrar hektarar av jørð við skógi og fløtum. Í urtagarðinum dyrka tey alskyns fruktir og grønmeti, tey eru sjálvbjargin við slíkum, og tey eru fólk, ið virða umhvørvið og náttúruna.

Dagarnar áðrenn brúdleypið gjørdu tey alt tey kundu fyri at vit kundu uppliva so mikið sum til bar.  Tað var ein hendingarík vika. Vit upplivdu nakað nýtt hvønn dag, fóru millum annað niðan á eitt fjall í Alpunum, ið er 1644 metrar høgt, einar 1000 metrar hægri enn Háfjall. Har var sjáldsamt og vakurt. Millum annað veksur tjóðarblóman edelweis í teimum hæddunum. Pápin, Christoph, fegnaðist um, at blóman er nørd hesi seinastu árini.

Vit vitjaðu kirkjur og katedralar í Wien, eisini vóru vit til Mozart konsert.

Vígslan

Leygardagin klokkan 14 var vígslan í havanum hjá foreldrunum hjá Jórunn, umleið 150 fólk vóru boðin til vígsluna. Gestirnir vistu um okkum og sýndu okkum stóran áhuga. Tað at vit bæði vóru ílatin føroysk klæði vakti ans. Vit vórðu heilsað av gestunum, sum vildu práta við okkum. Tað var líka við at vit stjólu pallin frá brúðarparinum, so blíð øll vildu vera við okkum, siga Jórun og Per.

Brúðarparið upptraðkaði

Vígslan var persónlig og brúðarparið hevði lagt alt til rættis niður í minstu detalju. Ein embætiskvinna stóð fyri vígsluni. Síðan tók brúðarparið orðið og segði frá um teirra felags søgu frá tí tey hittust av fyrstan tíð. Túrurin í Klaksvík var við í frásøgnini. – Síðan sang brúðgommurin, Martin, ein sang fyri brúðrini, ein sang, hann sjálvur hevði gjørt til brúðrina og harafturat spældi hann sjálvur undir á gittara.  Tá hann var liðugur, sungu tey bæði saman tveir sangir fyri gestunum.

Eftir hetta var lívlig reseptión í havanum.

Brúdleypið

Klokkan 18 fóru vit í brúdleyp, siga Jórun og Per.

Tað var nakað heilt fyri seg. Brúdleypið stóð í eini borg frá 1300 talinum. Hendan aldargamla borgin við sermerktari byggilist var vakurt prýdd til høvið, og minti mest um eitt ævintýr.

Á matarseðlanum vóru sjey rættir, millum annað salat, suppa, pesto, lasagna, desert og brúdleypskøka.

Jórun heldur røðu á týskum

Tvær røður vóru hildnar. Pápi brúðrina, Christoph, helt ta fyrru røðuna, og eg helt ta seinnu. Eg og Per høvdu skrivað røðuna og eftir førimuni umsett hana til týskt. Ein vinkona, sum er stinn í týskum, las røðuna inn á band og síðani vandi eg dúgliga, sigur Jórun.

Røðan mundi vera hampulig, tí “klappsalvurnar” mundu ongan enda tikið, tey vóru púrasta tikin á bóli, at vit fyrst vóru komin til brúdleypið og síðani at vit hildu røðu á týskum, tað var mest sum ovboðið hildu tey.

Tá borðhaldið var av, var tónleikur og dansur. Ungu studentavinirnir hjá Jórunn høvdu eina “cheerleader” líknandi framførslu.

Heimferðin

Fyri okkum var ein minnisrík ferð komin at enda.

Vit skuldu flúgva um miðdagsleitið sunnudagSeinastu náttina búðu vit á hotelli. Vit flugu yvir Keypmannahavn og vóru í Føroyum sunnukvøld.

Jórunn og Martin dáma at ferðast, at vitja onnur lond og aðrar mentanir. Í desember í fjør byrjaðu tey eina ferð kring knøttin. Í hesi løtu eru tey á Mauritius. Ætlan teirra er at fara hagani til Cape Town í Suðurafrika. Tey vita ikki rættuliga hvussu leingi tey vera burtur, men tey tosa um at vera burtur í eitt ár.

Vit bæði hava lært nógv av hesum fólkunum, sum vit eru komin í samband við. Hetta verður uttan iva eitt samband fyri lívið, siga tey bæði Jórun og Per.

Tað pikkaði á dyrnar – uttanfyri stóð ein ung genta – hon sigur: “Eg eri uppkallað eftir tær”

 Í stuttum er søgan, sum Norðlýsið skrivaði um í 2016 hendan: Eg gangi í køkinum ímeðan Per situr niðri undir og hyggur at hondbólti í sjónvarpinum. Tá pikkar á dyrnar. Eg fari út og ein ung genta stendur uttanfyri saman við einum ungum manni. Unga kvinna spyr á enskum um Jórunn og er búgva her.

Eg segði sjálvandi “Yes”. so sigur hon “Are You Jórunn?” eg sigið “Yes”. So sigur hon: “I hav á special story to tell you. My name is Jórunn and I am named after you..

Sjálvandi bleiv eg bæði kløkk og forvirrað og visti ikki rættuliga, men tey sóu so glað og fitt út, har tey stóðu á trappuni, at eg bjóðaði teimum inn, tí eg helt at hetta mundi vera okkurt serligt og vildi hoyra meira.

Innkomin fór unga kvinnan at greiða frá:

Marie Jórunn Rusham greiðir frá:

Hetta er ein heilt serstøk søga, sum eg kanska eri høvuðspersónurin í, sjálvt um eg ikki var fødd tá søgan byrjar.

Mamma og pápi mín vóru í Føroyum í 1989. Tey vóru her og ferðaðust kring oyggjarnar á trakkisúkklu. Mamma mín sum er 53 ár, eitur Ursula Rusham og pápi, ið er 52 ár, eitur Christoph Rusham. Mamma er professari á einum universiteti, ímeðan pápi er leikari á eini It fyritøku í Eysturríki.

Gongutúr í Klaksvík

Eitt kvøldið í 1989 eru tey so í Klaksvík,og tá sigur pápi, at hann heldur at tey skulu seta súkklurnar, tí hann hevur hug at ganga ígjøgnum býin fyri at seta seg meira inn í umhvørvið.

Varnaðust navnið Jórunn

Ímeðan tey ganga her Undir Brúnni, varnast mamma mín eina kvinnu, sum hon sær inn ígjøgnum vindeygað í einum húsum. Kvinnan er í bað, og mamma heldur at hon er sera hugtakandi og hevur ein sera vakran kropsburð.

Mamma sær eisini skeltið við hurðina har tað stendur  Jórunn og Per og roknar tí við at kvinnan man eita Jórunn. Eftir at foreldur míni hava práta um hetta, ímeðan tey standa uttanfyri húsini  Undir Hálsi, gera tey av, at um so er at mamma gerst við barn og tey fáa eina dóttir, so skal hon eita Jórunn.

Í 1991 gjørdist mamma við barn, tey fingu eina gentu, tað var eg, og tey góvu mær navnið Marie Jórunn Rusham.

Jórunn fylti nógv

Eg fekk søguna at vita tá eg var lítil, men mær dámdi hana einki.  Ikki fyrr enn fyri nøkrum mánaðum síðani tá mamma mín aftur fortaldi mær søguna, byrjaði eg at hugsa og søgan fylti meira og meira í hugaheimi mínum. Kanska kendi eg at eitt petti av mær var onkra aðrastaðni. Ein vinkona mín segði so við meg ein dag: “Tú skalt fara til Føroya og royna at finna kvinnuna sum tú ert uppkallað eftir, tí so fert tú at kenna teg meira fullfíggjaða”.

Við eini 27 ára gamlari mynd, sum pápi hennara hevði tikið eftir vegnum Undir Brúnni, sum hann tó ikki var vísur í var frá tí vegnum. Men hann visti at tað var onkustaðni á somu síðu sum kirkjan var.

Um kringlutar rásir og við hjálp frá lokalum fólkum, eydnaðist tað so Marie Jórunn Rusham og dreingi hennara Martin, at finna fram til upprunan hjá navninum og navnin og Per tóku væl í móti og har blivu vinarbond knýtt fyri lívið.

Tá Norðlýsið var hjá Jórun og Per og fekk søguna, sigur Maria Jórunn at enda: “Eg og Martin ætla at giftast í Eysturríki komandi summar. Vit hava boðið Jórun og Peri við til brúdleypið. Tey hava játta, so tað verður ein sera spennandi dagur í lívi mínum”.