Sjálvstýrisflokkurin leggur fram uppskot til samtyktar um bann í almenna rúminum fyri dularbúna og annað, ið fjalir alt andlitið
Kári P. Højgaard
Bárður K. Nielsen
løgtingsmenn
vegna Sjálvstýri
Løgtingið
Løgtingsmál nr. 138/2017: Uppskot til samtyktar um bann í almenna rúminum fyri dularbúna og annað, ið fjalir alt andlitið
Uppskot
til
samtyktar
Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um bann í almenna rúminum í Føroyum fyri dularbúna og annað, ið fjalir alt andlitið.
Viðmerkingar
Lóggávan í Føroyum eigur at endurspegla føroyska mentan, føroysk virði og viljan hjá føroyska fólkinum. Yvirtøka av útlendingamálum krevur góða fyrireiking viðvíkjandi lóggávu og integratiónsætlan, soleiðis at vit eisini í framtíðini tryggja eitt føroyskt samfelag, har føroyskar spælireglur eru galdandi.
Trúarfrælsi er grundleggjandi partur av fólkaræðinum og hetta eigur lóggávan at virða til alla tíð. Men við frælsinum fylgir eisini ábyrgdin av at virða aðrar áskoðanir, og hetta er somuleiðis ein grundarsteinur undir fólkaræðinum.
Lagt verður fram uppskot til samtyktar, har skotið verður upp, at alment bann verður sett fyri dularbúna, tað vil siga, búna, ið loynir, hvør ein er, herundir bann fyri at hava hettu á høvdinum, ið fjalir alt andlitið. Tó skal slíkt lógaruppskot loyva undantøkum. Eitt nú er tað í lagi at vera ílatin dularbúna ella hettu á høvdinum, har eygu, nøs og munnur ikki eru fjald. Eisini er tað í lagi at nýta ávísar arbeiðsbúnar ella serligar búnar sum til dømis, tá stovnar hava føðingardag har persónar eru ílatnir stuttleikabúnar.
Sum dømi, har andlitið verður fjalt, kann nevnast pløggini burka og niqab. Eitt bann móti hesum er til frama fyri varðveitsluna av einum føroyskum samfelag, har kynini eru javnsett við lóg og virðini annars avspegla føroyska mentan og samleika.
Burka verður í vesturlendskum høpi sett í samband við kvinnukúgan, og harumframt umboðar plaggið víðgongda islamismu sum politiska áskoðan og stýrisskipan, heldur enn islam sum átrúnað.
Markið millum islam sum átrúnað og víðgongda islamismu er samstundis eisini markið millum trúarfrælsið, sum føroyska samfelagið eigur at virða og varðveita øðrumegin, og víðgongda politiska áskoðan, sum ikki samsvarar við fólkaræðið hinumegin.
Eygnasamband og samleiki
Í mun til onnur pløgg, sum eisini eru knýtt at islam, fjala burka og niqab ikki bert hárið hjá kvinnuni, men eisini andlit og eygu. Hetta kann samstundis gera tað trupult – fyri ikki at siga ógjørligt – hjá kvinnum við hesum pløggum at gerast partur av føroyska arbeiðsmarknaðinum. Havandi í Síða 2/2 huga, at arbeiðsmøguleikar eru týðandi partur av væleydnaðari integratión, eru burka og niqab ikki at meta sum integratiónsfremjandi, men harafturímóti sum ein forðing.
Harafturat forða burka og niqab fyri eygnasambandi og harvið eisini nærleika í beinleiðis sambandi við onnur. Eygnasamband er vanligur partur av høviskum atburði, tá ið vit hitta og tosa við hvønn annan, og er hetta at meta sum ein vanligur partur av føroysku mentanini.
Forboð í øðrum londum
Alment kjak hevur verið um burka og niqab í øðrum londum í vesturheiminum í mong ár. Mong av okkara grannalondum hava verið fyri so stórari tilflyting úr eitt nú arabiskum londum, at siðvenjur og mentanarlig virði eru fyri stórum trýsti. Líknandi forboð eru sett í gildi í eitt nú Fraklandi, Belgiu, Lettlandi, Italiu, Eysturríki, Schweiz og Hollandi, og harumframt hava uppskot verið frammi um tað sama í fleiri øðrum londum, eitt nú Danmark.
Skotið verður upp at seta bann í almenna rúminum fyri dularbúna og at bera hettu á høvdinum, ið fjalir andlitið. Hetta er ikki galdandi um eygu, nøs og munnur ikki eru fjald. Hervið verða pløggini burka og niqab fevnd av banninum. Hetta er ein liður í at staðfesta mentanarligu karmarnar, sum føroyska samfelagið eigur at verða innrættað eftir. Ein væleydnað integratiónsskipan er altavgerandi fyri okkara førleika at yvirtaka og umsita útlendingamál, og til tess er neyðugt við greiðum føroyskum spælireglum, har fólkaræði, talufrælsi og javnstøða eru høgt í metum.
Á Løgtingi, 7. mars 2018
Kári P. Højgaard Bárður K. Nielsen






