Harleywoodpaint
Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

John William: HB-KÍ dystirnir eru nakað serligt

Jákup Ósá

Fyrrverandi KÍ málverjin og fótbóltsviðmerkjarin John William Joensen heldur, at tað er nakað serligt, tá HB og KÍ møtast.

John William Joensen hevur spælt fleiri ferðir í hesum dystum og hevur eisini skrivað nógv um hesar dystirnar.

– Søgan hevur nógv at siga. Hetta er størsti býður móti næststørsta býði. Hetta eru liðini, sum hava vunnið mest. Fyri nøkrum árum síðani lá KÍ á odda yvir FM heitir, men í løtuni hevur HB ta leiðsluna. Fram til 1972 sat KÍ á føroyskum fótbólti, síðani tók HB yvir fram til 1990. KÍ átti 1990’ini saman við GÍ, meðan HB hevur sitið á tí mesta hesa øldina fram til fyri fáum árum síðani. Seinastu tvey árini hevur KÍ verið sterkari enn HB, og stuttligt verður at síggja, hvussu verður í ár. HB vann 5-1 á KÍ seinasta venjingardyst, so okkurt bendur á, at HB ætlar sær nakað í ár. Men hinvegin hevur KÍ eitt sterkt lið aftur í ár, og nú teir ikki hava fingið vant fyri kava, so vænti eg, at leikararnir eru tendraðir uppá at sleppa at spæla sunnudagin, sigur John William Joensen.

 

 

HB og KÍ spæla í Gundadali sunnudagin kl. 15.00.

Harleyfacadeacryl