Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Landnyrðingur alt vikuskiftið

Hanus Kjølbro

Hann fer at koma av landyrðingi alt vikuskiftið – luftin kemur úr Eysturevropa.

Tað er skjótt at skriva um veðrið til hetta vikuskiftið.

Í dag fer hann at koma av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, regn í løtum, hitin um 3-5 stig.

Sunnunátt veksur vindurin upp í 8 til 12 m/s, á middegi upp í 10 til 15 m/s, um kvøldið 12 til 17 m/s. Landnyrðingur allan dagin; ælingar við regni allan dagin – hitin fer at liggja um 3-5 stig.

Gott vikuskifti.