Àhugabólkurin aftanfyri gongufelagið, møttist í 9. mars at tosa um gongutúrar í 2018
Norðoya Gongufelag er ein áhugabólkur, sum hevur til endamáls, at gera gongutúrar í bø og haga, og vit møttust 9 fólk, sum øll dáma væl at ganga í fjøllunum, og sum saman vilja skipa fyri túrum, har øll eru vælkomin. Vit lýsa túrarnar á facebook og í Norðlýsinum nakrar dagar áðrenn. Tað er ikki neyðugt at vera limur. Um tað er nakað, sum kostar, s.s. guide, bát, so verður goldið staðnum.
Síðsta ár vóru yvir 15 túrar lýstir, bæði stuttir og langir, allir við ymiskum upplivilsum, sum eru gevandi fyri likam og sál. Tann minningaríkasti var Kristihimmalferðadag, tá yvir 80 fólk gingu langa teinin frá Brunnunum, út á Borðoyanes og allan vegin eftir røðini norð á Klakk, tann flottasti var kanska sólsetrið gongufelagið upplivdi á Sornfelli, ella túrurin á Varmakeldu og framvið bakkanum til Fuglafirðar. Gongutúrar geva kennskap til økir nær og longri vekk og læra okkum at elska og æra okkara land. Vakra føroyska náttúra bjóðar óendaligar møguleikar fyri gongutúrum og ringt er at seta seg niður og velja, hvar og nær farast skal. Vit hella tí nógv til at túrarnir verða spontanir og alt eftir veðrinum og skráin niðanfyri er vegleiðandi.
Við ynskjum um eitt gott gonguár
Ynskja Hanus, Gunvør, John, Anna, Kamala, Eydna, Pól J., Lina og Amanda


