Tað var eingin spenningur í, tá oddaliðið H71 vitjaði í Klaksvík í dag. H71 førdi 17-11 í hálvleikinum og vann at enda 33-22. Hjá Team Klaksvík vóru Ludvík Súnason og Vilhelm Vilhelmsen toppskjúttar við 5 málum, meðan Andor Sivertsen skeyt 9 mál fyri H71.



