Tað var landsstýriskvinnan í Mentamálum, Rigmor Dam, sum avdúkaði “Ársins átak í føroyskum tónleiki 2017”, ið var Gittartingið, sum varð hildið í Spaniastovu í Klaksvík í fjør.
Gittartingið, sum var ein framsýning við Høfner gittarum og workshop við konsertum hevur samstundis lagt lunnar undir eitt Rokksavn, sum skal verða í Klaksvík.
Hetta fegnaðist landsstýriskvinnan um sum skilagott tiltak og kundi tí við gleði kunngera, at “Ársins átak í føroyskum tónleiki 2017” var Gittartingið!
Í ár verður temaið Norðurlendskir gittarar, við nøvnum sum Levin, Hagstrøm. Bjarton, Landola og øðrum.
Tað var Aksel á Botni, sum tók stig til Gittartingið, saman við Eyðun Nolsøe, Rana Nolsøe, Jógvan Andrias Joensen og øðrum. Hann var ovfarin av, at Gittartingið vann FMA heiður. Menninir handan tiltakið stóðu fegnir á pallinum og skiftust um at klemma landstýriskvinnuna sum tøkk fyri heiðurin.
Teir takkuðu eisini stuðlunum, sum høvdu gjørt hetta tiltak møguligt – teirra millum Klaksvíkar kommuna. Gittartingið verður aftur í ár í Spaniastovu 7. 8. og 9. september.
– “Tað skal nógv til at yvirraska meg, men hetta var alvorliga yvirraskandi”, segði Aksel á Botni við in.fo. Aksel savnar Høfner gittarar og eigur einar 40 slíkar.




























