Dyggur smeitur fyri HB, sum hevur truplar dystir komandi vikurnar.
Hjá HB fór Aleksandar Stankov, ið helst er størsti profilurin í hópinum, út við skaða í gjár. Talan er um fiburspreinging í lærinum og nú hevur Stankov fingið upplýst frá aliviðgeranum, at hann má binda frið frá fótbólti í øllum førum í tríggjar vikur.
HB hevur truplar dystir fyri framman, men HB kann fegnast um, at eftir dystin leygardagin verður landsliðssteðgur uppá tvær vikur. Hjá HB fara fyrrverandi U21 landsliðsleikararnir, Ari M. Olsen og Johnm Frederiksen, nú helst at fáa størri leiklut.
Dystirnir hjá HB komandi fýra vikurnar eru hesir:
17. mars: HB-Víkingur
2. apríl: B36-HB
8. apríl: EB/Streymur-HB



