Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stephen Hawking deyður 76 ára gamal

Jóhann Lützen

Heimskendi vísindamaðurin Stephen Hawking andaðist í heimi sínum í nátt

Stephen Hawking fekk herviligu sjúkuna ALS (Amyotrofisk lateral sklerosa) tá hann var 21 ár. Hann fekk at vita frá læknunum at hann bert hevði fá ár at liva í, men hevur ótroyttiliga barst ímóti tí mest alvorliga degenerativa motor neuron sjúkdómi sum ALS er. ALS niðurbrýtur sentralnervalagi og ávirkar bæði musklar, andadrátt og evnini at tosa. 

Í hansara endurminningum frá 2013 – My Brief History – skrivar hann “Tá helt eg at mítt lív var liðugt og at eg aldrin fór at røka mínum potentiali, men nú 50 ár aftaná, eri eg stillisliga nøgdur við mítt lív.”

Stephen Hawking er ein vísindalig ímynd, har hann hevur sitið í koyristólinum og tosa ígjøgnum eina teldu. Tað tók ein minutt hjá honum at tasta eitt orð inn. 

Stephen Hawking er einamest kendur fyri sína gransking við svørtu holini í rúmdini. Hann var sera forvitin granskari og útgáva hansara í 1988 – A Brief History Of Time – slerdi navn hansara fast, sum granskara kring knøttin.

Mong fólk hava spurt Stephen Hawking um okkara lív her á jørðini, hví vit eru til og um ein Guð er til. Til hetta skal hann hava svara. 

– Tá ein hyggur at óendaligu støddini á universinum og at, hvussu lítlan týdning og hvussu tilvildarligt menniskjalvíð er, so er tað sera ósannlíkt at vit yvirhøvur eru til. At ein Guð skal leggja uppí og syrgja fyri at tey góðu vinna ella fáa løn handan sýnina er ynskihugsan. Men ein kann ikki bæra sær at seta spurningin. Hví eksisterar universi?, segði Stephen Hawking. 

Stephen Hawking var giftur tvær ferðir, men var ógiftur nú hann doyði. Hann átti trý børn.