Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Sjálvstýri fer ikki upp í samgonguna!

Tíðindaskriv

Róð hevur verið framundir, at Sjálvstýri skal gerast partur av samgonguni, men soleiðis verður ikki, tí fiskivinnupolitikkurin skilir partarnar, staðfestir Jógvan Skorheim, formaður floksins.

– Tá hendan samgongan varð skipað, skilti fiskivinnupolitikkurin samgonguna og Sjálvstýri, og tað má eg staðfesta, at tað ger hann enn. 

Fiskivinnunýskipanin hevur skapt stóran ótryggleika í vinnuni, og enn er ov tíðliga at síggja avleiðingarnar. Tí er tað ikki løtan, at koma við fleiri broytingum.

Til dømist kunnu vit ikki taka undir við tí uppskoti um veiðugjald, sum í dag liggur í løgtinginum, og ei heldur, at farið verður til eina kvotaskipan fyri heimaflotan. Hetta skilur samgonguna og okkum framvegis, og tískil kann eingin semja gerast um samgongusamstarv, sigur formaður floksins.