Tá tú arbeiðir úti í stóru verð, so hittir tú føroyingar á nógvum ymiskum støðum.
Í samband við greinina um Blikksmiðjuna, sum er í Norðlýsinum hesa vikuna, skuldi hetta stutta petti vera við. Men av eini ella aðrari orsøk kom tað ikki við, tí nú her á nordlysid.fo
Myndin omanfyri sýnir okkum tríggjar, Thorvald Hansen, til vinstru, eg í miðjuni og Olvheðin Jensen høgrumegin.
Hetta er tá heimsins størsta kontainaraskip í 2014 fer frá skipasmiðjuni har tað er bygt. Thorvald er skipari, eg standi fyri leiðsluni av innkoyringini av báðum høvuðsmotorunum, sum umboð fyri MAN. Motorarnir eru um 40.000 hk hvør. Og Olvheðin er maskinmeistari.
Støddin á skipinum eitur 3xe og kann hava 18.000 kontainarar umborð. Mesta ferðin er 23 míl.



