Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Brandur á veg á Sund

Oliver Joensen

Janus Sørensen, skipari sigur, at tað hevur verið lakari fiskiskapur við línuni hjá Brandi í morgun. Vit hava ímillu trý og hálvt fjórðatúsund pund í morgun. Næstan alt er hýsa, umleið 200 pund av toski. Veðrið hevur verið gott norðanfyri, sigur Janus, eitt lítið lot av vestri í morgun.

Til Fiskamarknaðin hava Bjørgvin uppgivið góð 5000 pund, Bragd, ið er á veg inn gjøgnum djúpini hevur uppgivið 4.300 pund og Líðhamar 5000 pund. Snellubátarnir Norðsøki og Karlamagnus eru norðanfyri og royna, teir eru byrjaðir fiskiskap í morgun, so vit frætta helst frá teimum í kvøld.