Tað verður eitt sindur av hvørjum veðri teir næstu dagarnar. Eitt hátrýst er í dag statt við strond Norðureysturgrønlands. Tað fer at senda luft ímóti okkum næstu dagarnar. Ættin í Føroyum fer at flyta seg úr útnyrðingi-norðuri í dag og niður í eystan týsdagin, meðan hátrýstið fer at flyta seg eytureftir út yvir hav.
Fyrstu dagarnar í vikuni væntast einki brúgvalag – so avfall er bert har, sum ættin er keðilig.
Í morgun hevur ættin flutt seg úr útnyrðingi upp í norðan. Vindferðin er minkað niður í einar 5 m/s, og tað hevur regnað úr einum samanrunnum brúgvalag.
Tað verður lítil vindur restina av degnum í dag – um 5 m/s úr landnyrðingi – og ælingar ella regn í løtum, og hitin fer at liggja um 4-5 stig.
Í nátt verður landnyrðingur og landnyrðingur-eystan, 5 til 10 m/s og okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin eystan 8 til 12 m/s. Seinnapartin og annaðkvøld fer vindurin at veksa – á midnátt eru væntandi 13 til 18 m/s.
Tað verður kaldari í morgin, hitin fer at liggja um 2–4 stig. So ælingarnir fara at vera eitt bland av regni og vátakava. Í erva verður hvítt.
Týsdagin verður veðrið líka sum mánakvøldið – tó fer ættin at flyta seg niður í eystan. Hitin tann sami sum mánadag: umleið 2–4 stig.
Mikudagin mestsum sama veður sum týsdag.



