Gudrun kom aftur fyri løtu síðani eftir túr norðanfyri við gørnum.
Gudrin roynir við gørnum og kom aftur fyri løtu síðani eftir túr norðanfyri. Skipari er Kristin Vilhelmsen og hann letur væl at fiskiskapinum.
– Vit hava verið ein vanligan garnatúr og hava 12.000 pund av havtasku. So tað er ein góður túrur og síðani vit byrjaðu aftur við gørnum fyri einum mánaða síðani, so hevur tað sæð betri út enn í nøkur ár, sigur Kristin Vilhelmsen við Norðlýsið. Hann segði, at hetta hevði verið ein strævin túrur við nógvum rulli, so nú kom hvíld væl við.
Skiparin upplýsir, at prísurin fyri havtasku liggur um 30 krónur kilo og at fimm mans eru við Gudrun.






