10-mannafarið Drekin Reyði er mannaður til kappingina í ár. Nakað av útskifting hevur verið síðani í fjør, sigur Jákup Joensen, sum er bátsformaður.
Drekin Reyði hevur í fleiri ár verið millum fremstu bátarnar hjá 10-mannaførunum. Okkurt árið hevur eydnast at vunnið FM, meðan onkur ár hevur báturin vunnið einstakar róðrar. Í fjør rakk tað ikki til FM, hóast báturin var væl við á flestu stevnunum.
Helvtin er skift út
Jákup Joensen er bátsformaåur á Drekanum Reyða. Hann sigur, at fimm røðarar halda fram av manningini í fjør umframt róðurskvinnuna. Av hinum seks røðarunum, so eru onkrir, sum hava róð fyrr við Drekanum Reyða, onkrir hava royndir við øðrum bátum og so er ein, sum ongantíð hevur róð áður, sigur Jákup Joensen við Norðlýsið. Hann sigur, at teir eins og síðsta ár aftur eru í einari uppbyggingarfasu vegna útskiftingina, men at málið altíð er at vinna gull.



