Leygardagin 7. apríl hittast javnaðarfólk úr øllum landinum á landsfundi í Klaksvík. Gestarøðari í ár er Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag.
Landsfundur Javnaðarfloksins, sum í ár verður í Skálanum í Klaksvík, byrjar klokkan 08.30 við morgunmati og heldur á til klokkan 17.00, tá fundurin er liðugur. Sum vant verður eisini veitsla um kvøldið við mati, felagssangi og dansi. Gestarøðan og formansfrágreiðingin verður send live á Facebook. Myndir og videobrot frá degnum verða eisini løgd á heimasíðu og facebooksíðu floksins.
Skrá fyri landsfundin:
kl. 08.30 Morgunmatur
kl. 09.30 Landsfundurin settur
kl. 09.45 Frágreiðing skrivarans
kl. 10.00 Skrivarin leggur fram grannskoðaðan ársroknskap
kl. 10.15 Frágreiðing frá feløgunum
kl. 11.00 Gestarøðan, Eli Brimsvík
kl. 11.30 Formansfrágreiðing
kl. 12.00 Matarsteðgur
kl. 13.00 Orðaskifti um formansfrágreiðingina
kl. 15.00 Kaffisteðgur
kl. 15.30 Val av formansskapi, starvsnevnd, floksleiðslu og skrivara
kl. 16.00 Góðkenning av valevnabýti millum limafeløgini
kl. 16.15 Fundarsamtykt
kl. 17.00 Fundurin liðugur
kl. 19.00 Veitsla



