Leygarkvøldið 14. apríl er møguleiki at síggja nýggju snotuligu hølini hjá Jacqson á Klaksvíksvegnum.
Leygardagin 14. apríl verða hølini sýnd fram, har til ber at fáa tapas, køkur, kaffi og the frá kl. 14 – 17. Hans Andrias Jacobsen fer at framføra nøkur løg.
Leygarnáttina spælir Jens Marni í nýggja hølinum.
Tey frá Jacqson bjóða øllum hjartaliga vælkomnum inn á gólvið leygardagin, tá nýggja og snotiliga hølið hjá Jacqson verður tikið í nýtslu.


