Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Torusláttur í kvøld

Hanus Kjølbro

Fleiri fólk løgdu til merkis – og hoyrdu – toruna ganga í kvøld. Hetta er hent í sambandi við eitt samanrunnið brúgvalag, sum er komið ímóti Føroyum sunnaneftir.

Sambært veðurfrøðiligum mátingum slóg toran niður 5 ferðir eystan fyri Norðuroyggjar og eina ferð oman fyri Viðoy – umframt 2 ferðir eystan fyri Eysturoy.

Torusláttur er, tá ið tvær ymiskar luftnøgdir møtast – og hesar luftnøgdir eru ymiskar í hita.

Í hesum føri er talan um luft úr tí eysturevropeiska megin landinum, sum er komið til okkara leiðir og trýstir havluftina burtur. Er munurin stórur í hita og vætuinnihaldi, kann toran ganga. Saman við toruni er viðhvørt heglingur, serliga tá ið høgætt er á vetrardegi.