Frá virkisfúsa Norðoya Gongufelag:
Summarmáli er, og vit merkja eisini at veturin hevur mist takið. Veðrið er grátt, men hvør veit um vit fáa nakrar dropar ella ein sólglátta. Tað er fínt til ein lættan túr eftir bygdagøtuni millum Fuglafjørð og Hellurnar, sum tekur eini 2 tímar við steðgið uppiá Skarðinum.
Ì Hellunum fara vit inn í húsini hjá LambaSímun og fáa ein drekkamunn og frásøgn frá Jústinus Eidesgaard. Túrurin kostar 80-100kr annupá hvussu nógv vit eru.
Vit møtast við fótbóltsvøllin í Fuglafirði, og hava leiga buss av Hellunum aftur eftir bilunum. Um nakar ynskir fart úr Klaksvík, kunnu tit siga frá inniá facebooksíðuni hjá Gongufelagnum, so kunnu vit samskipa.
Norðoya gongufelag


