Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

ÍF vann FM hjá monnum

Jákup Ósá

Mjølnir spældi til tíðir væl báðar FM finalurnar, men ÍF dró longra stráið og vann uppiborið báðar finalurnar.

Hóskvøldið vann ÍF 3-2 í einari spennandi FM finalu hjá monnum. Í dag var seinna FM finalan og aftur dró ÍF longra stráðið. ÍF kom á odda 1-0, Mjølnir svaraði aftur og vann næsta settið og var eisini á odda í triðja settinum. ÍF kom aftur og vann tað javna settið og tað tóktist vera avgerandi, tí fjórða settið vann ÍF greitt. Sostatt vann ÍF 3-1 og tryggjaði sær FM.

 

Norðlýsið ynskir ÍF til lukku við FM 2018!