Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Løgtingsformaðurin: – Eg taki broytingaruppskotið aftur

Jóhann Lützen

Páll á Reynatúgvu hevur júst tikið orðið á tings røðarapalli. Hann finst at ætlanunum hjá samgonguni at hækkað pensiónsaldurin upp í 68 ár. Tað var ein týðuliga sintur løgtingsformaður, sum hartaði arbeiðslagi í samgonguni.

– Vit skulu ikki tvangshalda fólk á arbeiðsmarknaðinum til tey eru 68,69 ella 70 ár, segði Páll á Reynatúgvu løgtingsformaður

– Eg dámdi ikki at vit gjørdu okkum inn á grundupphæddina í pensiónini, sigur Páll. 

– Hetta kemur so heilhugað frá hjartanum, sum yvirhøvur gjørligt, sigur Páll á Reynatúgvu.

Trupulleikin í samgonguni er at fólk ikki duga síggja nær ferðsluljósini eru reyð, gul ella grøn, segði Páll

At enda í røðu sínari segði hann tó at hann ikki vildi verða tann sum tók lívið av samgonguni og boðaði frá at hann for at taka sítt broytingaruppskot aftur.