Nú er greitt, at Arsenal skal hava nýggjan venjara næsta kappingarár.
Arsene Wenger byrjaði sum venjari hjá Arsenal í 1996. Hann hevur havt góð úrslit, serligu fyrstu árini, tá fleiri meisyaraheitir komu í hús. Men seinnu árini er ónøgdin vaksin við franska venjaran eftir fleiri minni góð úrslit og í dag boðar Arsenal og Wenger frá, at partarnir eru samdir um at steðga samstarvinum í summar. Ta skrivar Sky Sports.
Arsenal hevur framvegis møguleikan at vinna eitt steyp hetta kappingarárið, tí í Europa League er Arsenal í hálvfinaluni, har liðið skal møta Atletico Madrid. Vinnarin av Europa League sleppur í Champions League komandi ar.



