Tað halda fleiri av tingfólkunum, sum í kvøld hava tikið orðið í løgtinginum í sambandi við eitt mál um kringvarpsgjald.
Kaj Leo H. Johannesen segði, at Mentamálaráðið(MMR) hevði nátt sínum lágpunkti í dag við at taka ræði av stjóranum hóast víst er á eina røð av viðurskiftum, ið ikki vóru nøktandi hjá tíðindaleiðaranum. Hann vísti á, at hví skal ein hava álit á eini slíkari skipan? Og vísti á, hvat hevði hent, um ein journalistur hevði sæð slíkan kritikk fyri ein poltikkara, sum hendan frágreiðingin vísir.
Jørgen Niclasen vísti á, at nú var talan um politiskt settan tíðindaleiðara, tí MMR ikki bara hav kæruni viðhald, men blandaði seg uppí og setti tíðindaleiðaran aftur. Jørgen helt, at slíkt ikki var vanligt. Jacob Vestergaard nevndi eisini hetta um politiskt setta tíðindaleiðaran og vísti á, at fyrst í valskeiðanum lønti samgongan KVF fyri gott samstarv við at økja um teirra løn. Jacob spurdi, hvat ein hevur ein stjóra til, tá tað er Mentamálaráðið stýrir øllum?
Allir tríggir skiltu einki av, at MMR ásetti tíðindaleiðaranum at vera settur aftur í starv. Eisini Heðin Mortensen segði, at hann undraðist stórliga á tað, sum var hent í dag í sambandi við KVF.



