Humanistafelag Føroya hevur havt stóra framgongd aftaná sendirøðina “Gud signi Føroyar”.
Felagið gav sína hugsan til kennar í 4. og 6. parti av “Gud signi Føroyar”, tá ið fólkakirkjan og fólkaskúlalógin vórðu viðgjørd. Felagið, sum annars hevur havt 45 limir í fleiri mánaðar, hevur nú fingið 13 nýggir limir uppá einans tríggjar dagar.
Humanistafelag Føroya fegnast um hesa stóru framgongd og vónar, at hetta er við til at varpa ljós á vaksandi ynskið um einar Føroyar, sum rúmar øllum menniskjum.
Øll kunnu gerast limur í Humanistafelag Føroya – kom og ger mun við at skriva okkum eini boð áwww.facebook.com/humanistafelagforoya/


