Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Landsliðsbúnin nýggi sýndur fram í kvøld

Oliver Joensen

Á lítlari samkomu í kvøld, bleiv nýggi búnin hjá føroyska manslandsliðnum sýndur fram. Hetta er ein búni, ið er gjørdur serstakt til føroyska landsliðið. Tað er italienska felagið Macron, ið hevur staði fyri tilevningina og tí er hetta ein serstakur búni, bert til føroyska landsliðið. – Og hann er sermerktur, tað fingu vit at síggja, sum vóru boðin á framsýningina í kvøld. Framman hómst  Merkið í troyggjuni, og aftanfyri hómast kort av Føroyum og onnur lítillátin sermerki eru eisini.

Macron er sett av Fifa at hjálpa londum við teirra handilsligu átøkum, bæði í klæðum og í smálutum annars, eisini eru teir við um áhugi er at seta á stovn handil við landsliðslutum.

Tað var Virgar Hvidbro, sum bjóðaði vælkomin og sum kunnaði um búnan og eftir hann segði umboð fyri Macron nøkur orð um felag sítt.

Stuttligt var eisini at síggja smábørnini spæla ein undirhaldsdyst á Tórsvølli í føroyskum landsliðsbúna. Her nakrar myndir frá kvøldinum:

Harleywoodpaint