Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Niðurstøða: Vantandi evnini hjá Høgna Hoydal at uppfata og skilja upprit og teldupostar var beinleiðis orsøk til frídøming

John William Joensen

Kanningarstjórin er náðileys í síni eftirmeting av baði landsstýrismanninum Høgna Hoydal og aðalstjóranum Rógva Reinert. Hóast landstýrismaðurin verður frídómdur, so grundar hon hesa niðurstøðuna á vantandi evnini hjá landstýrismanninum, at uppfata skrivliga ávaring frá egnu umsiting og somuleiðis vantandi evnunum hjá landstýrismanninum og aðalstjóranum at skilja teldupostar. Stuttsagt er niðurstøðan at Høgni Hoydal visti (red.: /skilti) ikki betur enn tað sum landstýrismaðurin svaraði løgtinginum.

Kanningarstjórin, Kristina Samuelsen, sigur í niðurstøðu síni at:

….. Hóast bæði landsstýrismaðurin og aðalstjórin høvdu fingið fráboðan um, at veiðiloyvið hjá “Helenu” varð flutt til “Slættaberg” í 2016, so tykist tó greitt, at eingin av teimum tó góvu sær far um, at talan var um eina flyting frá einum línuskipi yvir 110 tons til eitt uppsjóvarskip…. 

….. Landsstýrismaðurin sigur seg heldur ikki hava skilt tað innanhýsis uppritið (málsskjal 18), dagfest 22. oktober 2015, og teldubrævið tann 3. mai 2017 (málsskjal 19), sum eina greiða ávaring um, at ein skipan við felagskvotu, sum øll føroysk fiskifør við veiðiloyvi fáa rætt/loyvi at fiska av, kann elva til flytingar av veiðiloyvum frá m.a. línuskipum til uppsjóvarskip, og at umsitingin sær hesar flytingarnar sum eina neyðuga avleiðing av, at ongar broytingar eru gjørdar í grein 8 í lógini ella í kunngerðini um fiskiorku, síðani mál av slíkum slagi tóku seg upp í sambandi við fiskiskapin eftir makreli. 

Hóast eg sjálv (Red: Kanningarstjórin) meti, at talan er um eina greiða ávaring, so havi eg onga orsøk at trúgva, at landsstýrismaðurin ikki sigur sannleikan, tá hann sigur seg ikki hava skilt uppritið og teldubrævið soleiðis. Tað er sostatt heldur einki, ið bendir á, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, beinleiðis var vitandi um meira enn tað, sum hann upplýsti í sínum svari til spurningin frá Jacob Vestergaard, tingmanni.

 

Høgni Hoydal fataði ikki ávaring frá embætisfólkum

Norðlýsið royndi í fleiri førum, fyrst við umbøn um innlit, síðani við beinleiðis áheitan til landsstýrismannin og enntá eisini gjøgnum løgtingsins umboðsmann, at fáa hendur á skjalinum. Norðlýsið, sum var einansti fjølmiðilin sum var til staðar tá kanningarstjórin avhoyrdi Høgna Hoydal, frætti um skjali tá kanningarstjórin læs brot burtur úr skjalinum. Í skjalinum framgongur at embætisfólk í fiskimálaráðnum royndu at ávara landstýrismannin ímóti at avgerð hann tók í 2015 júst kundi føra til at loyvi fóru at verða flutt millum líniskip og uppisjóvarskip. LES MEIRA HER 

Skjalið sum fiskimálaráðið hevur stempla loyniligt og krógvað fyri almenninginum, er nú komið undan kavi eftir at kanningarstjórin hevur gjørt av at almannakunngera innihaldi.

Kanningarstjórin sigur soleiðis um uppritið frá embætisfólkunum sum Høgni Hoydal heldur ikki fataði sum eina ávaring:

 

4.3.2. Hevur landsstýrismaðurin verið vitandi

Við innanhýsis uppriti (málsskjal 18), dagfest 22. oktober 2015, frá Jens Helga Toftum og Janet Nørregaard, er landsstýrismaðurin kunnaður um avleiðingarnar av ætlanunum hjá landsstýrismanninum um at broyta skipanina í fiskiskapinum eftir svartkjafti í 2015.

Í uppritinum verður gjørt vart við, at

“Ein stórur partur av verandi flota, t.d. línuskip, garnaskip, útróðrarbátar o.o., eru sostatt sjálvi als ikki før fyri at fiska svartkjaft.  Tí er eisini sannlíkt at nýggja skipanin við felagskvotu, sum øll føroysk fiskifør við veiðiloyvi fáa rætt/loyvi at fiska av, kann elva til, at vit koma í somu støðu, sum vit hava sæð í makrelinum undanfarin ár við nógvum flytingum av veiðiloyvum á onnur skip, sum eru betur egnaði at fiska svartkjaft. 

Við øðrum orðum kann ætlaði leisturin í svartkjaftinum restina av 2015 lata upp fyri nógvum av teimum trupulleikum, vit hava sæð í makrelinum – trupulleikar, ið landsstýrismaðurin og samgongan annars siga seg vilja til lívs.

Her er eisini vert at vísa til, at Løgtingsins Umboðsmaður í sambandi við býtið av makrelinum í 2012 hevur gjørt vart við, at av tí, at línuskipini ikki høvdu tann neyðuga reiðskapin til at fiska makrel, hevur hon torført við at síggja, at tað var sakligt í makrelkunngerðini at tillutað línuskipum eina makrelkvotu, sum tey ikki kundu gagnnýta.”

Eftir eina gjøgnumgongd og meting av galdandi reglum og praksis á økinum, endar viðgerðin m.a. við fylgjandi niðurstøðu:

“Ongar broytingar eru gjørdar í grein 8 í lógini ella í kunngerðini um fiskiorku síðani mál av slíkum slag tóku seg upp í sambandi við fiskiskapin eftir makreli. Tí er útgangsstøði, at mál um flytingar av loyvum í 2015 verða viðgjørd á sama hátt sum í makrelinum undanfarin ár.

Verður svartkjaftakvota latin øllum flotanum, er grund til at halda, at sama støða við útskifting av skipum, sum í 2012 eisini umfataði línuskipini, fer at koma aftur.

T.e. er at umsóknir fara at verða um, at veiðiloyvi hjá t.d. rækjuskipum, flakatrolarum, stillahavsflotanum og línuskipum kunnu verða flutt á uppsjóvarskip.”

 Eisini verður viðmerkt, at:

 “Viðvíkjandi línuskipum – sum eisini hava møguleika at skifta út við størri og betri egnað skip – veldst hetta eisini um, hvørt nøktandi skip eru tøk, og hvør politisk avgerð verður tikin um broytingar í skipanini, og um tað ber til at gera serstakar treytir/reglur sum avmarka møguleikarnar at flyta veiðiloyvi ísv. fiskiskapin eftir svartkjafti í 2015.”

Uppritið frá 22. oktober 2015 verður sostatt aftur sent landsstýrismanninum tann 3. mai 2017.