Lýsing
Lýsing

Løgtingsins Umboðsmaður “ivast” í egnu niðurstøðu og kunnar løgmann og løgting

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  13.03.2018 - 09:10 Politikkur Tíðindi Vinna

Norðlýsið var sum einasti fjølmiðil, til staðar á øllum fundin í Føroya Rætti, tá landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum varð avhoyrdur av kanningarstjóranum undan jólum 2017. Har læs spyrjarin hjá kanningarstjóranum upp úr trúnaðarstemplaðum skjali har fulltrúðar í Fiskimálaráðnum ávaraðu landsstýrismannin móti fyriliggjandi ætlanum at luta út svartkjaft sum felagskvota í 2015. Norðlýsið bað um innlit, fiskimálaráðir noktar og løgtingsins umboðsmaður “ivast” í heimild at nokta, men letur ivan koma embætisverkinum til góðar.

Landsstýrismaðurin gjørdi av at útluta svartkjaft, sum felagskvota í 2015, og í hesum sambandi varð eitt upprit skrivað av fulltrúðunum í Fiskimálaráðnum, Jens Helga Toftum og Janet Nørregaard tann 22. oktober 2015. Uppritið er skrivað beint eftir at Høgni Hoydal tók við, sum landsstýrismaður og í uppritinum verður ávarað ímóti ætlanunum at loyva so mongum skipum, sum gjørligt at fiskað svartkjaft. Undir avhoyringini varð lisið upp úr skjalinum og har kom fram at fulltrúarnir í Fiskivinnuráðnum ávaraðu landsstýrismannin um fylgirnar og at hetta kundi føra til óhepnar støður fyri umsitingina, tí at ætlanirnar gingu ímóti niðurstøðuni hjá Løgtingsins Umboðsmanni og lóg um vinnuligan fiskiskap.


Spyrjarin, sum læs burtur úr skjalinum frá embætisverkinum, hugdi síðani yvir á landsstýrismannin og spurdi hann um hetta ikki var júst tað, sum hendi tá fløkja kom í viðgerðina av veiðuloyvum og Fiskimálaráðið varð tvinga til at ógildað veiðuloyvi, sum Fiskimálaráðið sjálvt hevði viðgjørt.


Fiskimálaráðið vil ikki lata almenninginum skjalið
Eftir avhoyringarnar av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, bað Norðlýsið um innlit í skjalið, men hetta var noktað okkum av Fiskimálaráðnum vísandi til, at hetta var eitt innanhýsis arbeiðsskjal. Síðani kærdu vit til Løgtingsins Umboðsmann sum hevur viðgjørt umbønina í meira enn tveir og ein hálvan mánað, men vísandi til vantandi lóggávu á økinum noktar løgtingsins umboðsmaður at geva Norðlýsinum innlit í nevanda skjal.

Fiskimálaráðið metir at skjalið inniheldur “týðandi upplýsingar”
Í lóg um alment innlit stendur soleiðis:
§ 11. Upplýsingar í skjølum, ið eru umfatað av § 7 og § 10, nr. 1-4, um veruligar umstøður, sum eru av stórum týdningi fyri málið, skulu hóast hesar ásetingar latast í samsvari við vanligu reglur lógarinnar.

Í niðurstøðuni hjá Fiskimálaráðnum stendur at lesa
….. Viðvíkjandi upplýsingum sambært § 11 kann generelt viðmerkjast, at mett er um, um skjølini innihalda ítøkiligar upplýsingar um faktiskar støður, sum hava týdning fyri málið, og sum ikki framganga av øðrum skjølum, sum eru almenn. Niðurstøðan er, at onkur skjøl innihalda ítøkiligar upplýsingar um faktiskar umstøður, men Ráðið metir ikki, at hesar hava týdning fyri málið, sum kanningarstórin arbeiðir við at kannað…..


( RED: Hetta er ein beinleiðis lygn! Kanningarstjórin hevði nevnda skjal við til avhoyringina av landsstýrismanninum, og læs burtur úr skjalinum og brúkti skjali beinleiðis at spyrja landsstýrismannin. Tað hevði kanningarstjórin ikki gjørt uttan skjalið hevði týdning fyri kanningararbeiðið!!!)

Løgtingsins Umboðsmaður, sum er í starvið hjá Føroya fólki sigur beinaleiðis í niðurstøðu síni, at hon ivast hvat er rætt at gera í hesum málinum. Tí er tað trupult at skilja at løgtingsins umboðsmaður letur ivan koma embætisverkinum til góðar og ikki fólkinum????

Løgtingsins umboðsmaður:
… av tí, at eg ikki haldi niðurstøðuna í hesum máli vera púra ivaleysa, fari eg samsvarandi §12 stk.1 í umboðsmanslógini at mæla løgmanni og Løgtinginum til at regulera arbeiðsháttin hjá kanningarstjóranum nærri, herundir taka støðu til, hvørja støðu innanýsis kjøl, sum verða latin kanningarstjóra, skulu hava.

Tað er fullkomiliga burtur við, at skjøl sum viðvíkja umsiting av “fólksins ogn” verða fjald fyri almenninginum, enntá skjøl sum almennur myndugleiki hevur lisið burtur úr á almennum fundum.
Hvat er so umráðandi at krógva í Fiskimálaráðnum??
Hvat er tað sum ikki tolir dagsins ljós??

Sum fjølmiðil kunnu vit einans sta myndugleikunum spurningar. Fyri kortum boðaði Løgtingsins Umboðsmaður okkum frá at hon gav skarvin yvir í innlitsmálið tí Heilsumálaráðið ikki vildi góðtaka niðurstøðu hjá LUM og nú løgtingsins umboðsmaður í iva um sína egnu niðurstøðu og velur at tiga, mugu vit at spyrja løgtingið og løgmann um hvat tað er sum er so loyniligt á føroysku ráðharrastovunum.

Livst so spyrst

Les allan niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald