Lýsing
Lýsing

Hjá Sorinskrivaranum við Landstýrismanninum í Fiskivinnumálum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  21.12.2017 - 01:49 Politikkur Tíðindi Vinna

Týsmorgunin 19. december 2017 var sambært Gregorianska kalendaranum dagur nummar 353 og einans 12 dagar eftir í árinum. Dagurin er nevndur Nemesius eftir kristna rithøvundanum og heimsspekinginum, sum starvaðist sum biskopur í landinum, sum í dag verður eitur Syria. Áhugaverd er søgan um hendan Nemesius, sum bleiv lagdur undir falskar ákærur. Tá ákærurnar móti honum ikki vísti seg at halda í rættinum, bleiv hann ákærdur fyri at verða kristin og síðani dømdur og brendur á bálið. Men dómarin var so troyttur av teimum, sum høvdu ákært hendan kristna heimspekingin, at hann avgjørdi eisini at brenna teir sum høvdu reist ákærurnar. 

Bøla niða og regn var allan vegin til Havnar. Rættarfundurin var settur at verða klokkan níggju og myrkri og søgan um Nemesius fingu meg at hugleiða um dagsins politisku skipan, og um hendan navnframa føroyska politikaran. Fyri fáum døgum síðani varð hann stórliga fagnaður av sínum stuðlum og fjepparum, fyri at hava fingið nýggja fiskivinnuskipan samtykta í Løgtinginum. Nú skuldi hann standa til svars fyri kanningardómara fyri at hava logið ella at hava krógva sannleikan fyri løgtinginum og fyri ikki at hava røkt sínar skyldur, sum landstýrismaður í fiskivinnumálum.

Jú, myrkrið var tyngjandi hendan týsmorgunin og tá eg royndi at skimast út gjøgnum bilrútin sást einki, sum vísti hvar eg var staddur og hvussu langt eg var komin. Tað einasta eg sá í myrkrinum var strípan av baklygtunum á bilunum, sum koyrdi frammanfyri.

 

Inni hjá Sorinskrivaranum

Høgni Hoydal er ein av royndastu politikarum og uttan samanbering fremsti orðatorur í føroyskum politikki. Tað er neyvan nakar, sum dugur so væl sum hann at svimja í politiska meldrinum ímillum Tinghúsvegin og gyltu stovurnar í pakkhúsunum á Tinganesi.

Men tá vit hittust uttan fyri skrivstovuna hjá Sorinskrivaranum varð tíðuligt, at føroyski politisk oddvitin ikki var heilt álviligur við støðuna. Meðan hann roykti eina sigarett av merkinum Prince, sum fyrr var framleitt av skandinaviska “Tubakskompagni”, men sum í dag er ogn hjá altjóða tubbaks risa, tosaði hann um hvussu løgið tað var at rættarskipanin ikki var á føroyskum hondum.

-  Einki kjak er í Føroyum um rættarskipanina og vit kenna einki til henda týdningarmikla stovn, segði landsstýrismaðurin hugleiðandi meðan eyguni vóru fest á skelti við danska kongsmerkinum og við ásriftini: “Sorinskrivarin í Føroyum”.

Kanska kendi eg okkurt slag av ótta í orðunum frá landsstýrismanninum. Eingin ivi um at her var landsstýrismaðurin á veg inn í eitt umhvørvið, sum hann hvørki var vanur við ella vandur til.

Men hetta var ikki ein veruligur rættarfundur og inni í rættarhølinum sæt ikki ein danskur dómari, men ein føroyskur løgfrøðingur, settur av Føroya Løgtingið, at kannað um landsstýrismaðurin hevði røkt sínar skyldur, mett út frá stýrisskipanarlógin sæð gjøgnum eyguni hjá løgfrøðini.

Í høgtsetta stólinum hjá dómaranum sæt kanningarstjórin, Kristina Samuelsen, og við sína vinstru lið hevði hon sett sett Finn Ougaard at spyrja spurningar. Beint yvir av kanningarstjóranum sessaðist landsstýrismaðurin í lága stólinum, har tey ákærdu vanliga sita undir rættarviðgerð, og við hansara vinstru lið sæt Jens Andrias Vinther, advokatur, umboðandi løgmann, og Anna Dam, advoatur, umboðandi landsstýrismannin.

Fundurin byrjaði við at kanningarstjórn gjørdi greitt at landsstýrismaðurin var ikki undir ákæru og hevði hvørki skyldu at møta á fundinum ei heldur at geva frágreiðing ella var bundin av at siga sannleikan.

Men av tí at hann var møttur gekk hon útfrá at hann ynskti sjálvur at greiða kanningarstjóranum frá málinum, sum hon – altso kanningarstjórin – var settur av løgtinginum at kannað.

Norðlýsið var einasti fjølmiðil, sum var til staðar í fundarrúminum og kanningarstjórin gjørdi greitt at undirritaði hvørki kundi banda ella avmyndað tað, sum fór fram í fundarhølinum. So byrjaði avhoyringin.

 

Avgerðin hjá løgtingsins umboðsmanni og handfaringin av veiðuloyvum

Kanningarstjórin hefti seg við úrskurð hjá løgtingsins umboðsmanni har skrivað stendur:

”…..við útgangsstøði í §8, stk. 1, 1. pkt í lógini um vinnuligan fiskiskap er einans heimild hjá landsstýrismanninum at flyta veiðiloyvi frá fiskifari á annað fiskifar uttan veiðiloyvi við somu ella minni fiskiorku ella til innflutt fiskifar við somu ella minni fiskiorku. (…) at heimild var ikki hjá landsstýrismanninum at flyta veiðiloyvini frá línuskipunum til ídnaðarskipini, soleiðis at ídnaðarskipini í tí tíðarskeiðnum, tey høvdu veiðiloyvini hjá línuskipum, vóru at meta sum línuskip og hervið fingu rættin til at fiska makrelkvotuna hjá línuskipunum……

Umboðsmaðurin staðfesti, at tað var í stríð við lógina at flyta veiðiloyvi frá línuskipi til uppsjóvarskip, tí at tað økti um fiskiorkuna. Kanningarstjórin spurdi um landsstýrismaðurin var samdur við Umboðsmanninum í hesum.

- Ja, tað eri eg, og tað er lagnunar speiðsemið at ólóglig flyting av veiðuloyvum er fari fram tíðarskeiði har eg havi verið landsstýrismaður og havt vaktina í Fiskimálaráðnum. Hetta hevur verið ein rein marra fyri meg at ásanna.

- Tá eg gjørdist landsstýrismaður høvdu vit fleiri fundir við starvsfólk í Fiskimálaráðnum, um hvussu vit skuldu steðga spekulasjón við keyp og sølu av veiðiloyvum. Eisini vildi eg hava eitt fullfíggja yvirlit yvir veiðuloyvini og hvussu tey hava skift eigara. Yvirlitið skuldi verða atkomiligt hjá øllum. Eitt yvirlit var gjørt, sum lýsti søguligu gongdina, men tað arbeiði kom ikki á mál, tí starvsfólki fór úr ráðnum. Tíanverri er tað enn ikki gjørt teldutøkt, so at leitast kann í tí hjá almenninginum.

 

Finn Ougaard, spurdi síðani landsstýrismannin um veiðuloyvi og handaði honum eitt kopi av einum veiðiloyvi.

-  Tann 28/12 1994 verður hetta veiðuloyvi útskrivað til línuskipið Hvítiklettur, og sum tú sært á Veiðloyvinum so er loyvið sera ítøkiligt. Tað stendur beinleiðis í loyvinum hvat skip eigur loyvið, á hvørji leið roynast kann, hvør reiðskapur kann brúktast og hvat fiskaslag fiskast kann við veiðuloyvinum. Men hetta veiðuloyvi verður flutt til línuskipið Helenu, sum í dag liggur við bryggju í Klaksvík og í tíni tíð sum landsstýrismaður varð loyvið síðani flutt til uppisjóvar skipið, Slættaberg”?

Meðan Finn Ougaard spyr, hevur landsstýrismaðurin sitið við nógv umtalaða veiðiloyvinum í hondini.

-  Eg má viðganga at eg ongantíð hava lutikið í einari beinleiðis viðgerð av veiðuloyvum, men havi einans hildi meg til yvirornaðu politisku viðgerirnar. Tí havi eg ongantíð hildið einum veiðuloyvi í hondini, so hetta er nýtt fyri mær. Og at veiðiloyvi sum endaði hjá Slættaberg stavar upprunaliga frá línuskipinum Hvítiklettur er nýtt fyri mær og sera áhugavert. 

Finn Ougaard spyr síðani landsstýrismannin um avmarkingarnar sum standa í sjálvum veiðuloyvinum ikki áttu at verið avmarkandi fyri hvør kann brúka veiðuloyvið?

Landsstýrismaðurin svarar at hann má bara staðfesta at hetta hevur ongantíð verið tikið, sum ein generell avmarking, og at tær avmarkingar sum standa í lógini frá tí lógin var samtykt, hava flutt seg av umstingarligum praksis og lýstum kunngerðum, soleiðis at umsitingarliga málsviðgerðin og handfaringin av veiðuloyvunum á mongum økjum tóktist at ganga beint ímóti lógini og serliga andanum í lógini um Vinnuligan fiskiskap. 

- Tað er eingin ivi um at lógartesturin ger greiðan skilnað millum teir ymisku skipabólkarnar og eg havi lagt stóran dent á at hildið fast við hetta bítið. Eg má undirstrikað at eg alla tíðina havi hildið at tað líkist ongum at veiðuloyvi verða flutt frá eitt nú línuskip til uppisjóvarskip.

Kristina Samuelsen, kanningarstjóri, sum fylgdi orðskiftnum millum spyrjaran og landsstýrismannin tók sjálv orðið og setti útdýpandi spurningar til landsstýrismannin, og sum frá leið var greitt at tað var ikki einans landsstýrismaðurin, men øll umsitingin av lógini um vinnuligan fiskiskap í Fiskimálaráðnum, sum kanningarstjórin hevði sett sær fyri at fáa lýst. 

Fleiriferðir undir avhoyringini varð vent aftur til niðurstøðuna hjá løgtingsins umboðsmanni har hon staðfestir at:  

….Av tí at línuskipini ikki høvdu tann neyðuga reiðskapin til at fiska makrel, havi eg torført við at síggja, at tað var sakligt í makrelkunngerðini at tillutað línuskipum eina makrelkvotu, sum tey ikki kundu gagnnýta….

 

Politikari - Landsstýrismaður og umsitari

Tað kom eisini greitt fram av frágreiðingini, sum landsstýrismaðurin gav kanningarstjóranum, at gyltu vallyftini um greiðar mannagongdir o.a. sum Høgni Hoydal hevði borið fram í valstríðnum ikki vístu seg at verða so lætt at arbeiða eftir, tá hann tok við sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

- Tá ið eg kom út í Fiskimálaráðið var mær greitt, at eg kundi ikki broyta alla fiskivinnuumsitingina og allar siðvenjur og mannagongdir við nýggjum fyrisitingarligum avgerðum, men at best var at tryggja nýtt lógargrundarlag. Eg valdi tí ikki at fara inn í allar fyrisitingarligar mannagongdir og siðvenjur, ið vórðu skaptar mótvegis borgarnunum, men fyrst og fremst at arbeiða við lógarbroytingum og at fáa eina nýggja fiskivinnulóggávu.

 

Teldupostarnir

So var komið fram til sjálvt málið um flutta veiðuloyvi frá línuskipinum Helenu, sum lá við bryggju í Klaksvík til uppisjóvarskipið Slættaberg hjá JFK TROL. Teldupostar vóru lagdir fram, sum vístu at baði landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum og aðalstjórin vóru kunnaðir beinleiðis um umsitingarligu avgerðirnar, sum vóru tiknar av Vørn.

- Eg hefti meg ikki við teldupostarnar og teir vóru heldir ikki orðaðir soleiðis at tað skuldi verða nakar trupuleiki við loyvunum. Eg var sjálvur staddur á fundi millum norðurlendsku fiskivinnuráðharrarnar í Finlandi og var á veg heim tá teldupostur kemur frá Vørn, greiddi landsstýrismaðurin frá. 

Finn Ougaard spyr inntil hvat landsstýrismaðurin meinti við tá hann gav boð um at hann skuldi kunnast hvørjaferð veiðuloyvir vóru flutt.

- Eg væntaði ongantíð at fáa beinleiðis kunning frá málsviðgerunum á Vørn, tí eg blandi meg ikki inn í sjálva málsviðgerina. Eg væntaði at verða kunnaður gjøgnum aðalstjóran og deildarleiðararnar í Fiskimálaráðnum um trupulleikar vóru við nógvum umsóknum um at flyta veiðiloyvi. Og væntaði als ikki slíka kunning sum tann í nógv umrødda teldupostinum frá Vørn. Boðini vóru givin í samband við at vit lutaðu út svartkjaft sum felagskvota. Um so var at ivamál stungu seg upp við at nógvar umsóknir komu um at flyta veiðiloyvi, so at vit kundu taka støðu til, um nakað mátti gerast fyri at steðga óhepnum avleiðingum.

 

Loyniligt upprit?

Undir avhoyringunum av landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum kom fram, at í samband við at landstýrismaðurin avgjørdi at útluta svartkjaft, sum felagskvota, var eitt upprit skrivað av Jens Helga Toftum og Janet Nørregaard tann 22. oktober 2015 ísamband við kunngerð um skipan av veiðu eftir svartkjafti 2015 - 2017, sum ikki hevur verið frammi alment og sum Norðlýsið eftirfylgjandi hevur fingið noktað innlit í frá Fiskimálaráðnum. Uppritið er skrivað beint eftir at Høgni Hoydal tók við sum landstýrismaður og í uppritinum verður ávarað ímóti at landstýrismaðurin ætlar at lata so nógv skip sum gjørligt sleppa at fiskað svartkjaft.

Sambært tí sum kanningarstjórin læs upp úr uppritinum, var víst á at ætlanin hjá landstýrismanninum gekk ímóti fráboðaða politikkinum hjá nýggja landstýrinum og ímóti niðurstøðuni hjá løgtingsins umboðsmanni. Í uppritinum var samstundis staðfest at útlutingin kundi fáa óhepnar fylgir tá man jú læt upp fyri at luta fiskatilfeingið út á skip, sum ikki kundu ella vóru útgjørd at fiska júst nevnda tilfeingið.  Her varð víst á, at trupulleikar kundi standast av nógvum umsóknum um at flyta veiðiloyvi tá ið talan var um eina felagskvotu, og eisini verður nevnt, at línuskipini eru í eini serstøðu. (Red: Av tí at vit ikki hava fingið innlit í nevnda upprit, skal hetta sum vit endurgeva frá upplestrinum hjá kanningarstjóranum úr nevnda uppritið, takast við fyrivarni).

Tosað var aftur og fram um lýsta trupuleikan, men landstýrismaðurin vardi seg við m.a. hesi útsøgnini:

- Tað er munur á um eg útluti til tín sum eginkvotu, segði hann meðan hann hugdi uppá advokatin hjá løgmanni, ella um eg útluti tað sum felagskvotu til okkum øll. Tað er stórur munur á at gera eitt býti og at útluta á bólkar av skipum ella á skip við eginkvotum og so at útluta sum eina felagskvotu til øll.      

(Red: Tann 12. November 2015 boðaði landstýrismaðurin frá at Føroyar hava tikið avgerð um at hækka kvotuna, ið latin verður føroyskum skipum, við tilsamans 143.000 tonsum. Av hækkingini verða 23.000 tons sett av til svartkjaftaskipini. Hesi skip hava áður í 2015 fingið 200.000 tons tillutað, og harvið verður kvotan 223.000 tons hjá hesum skipum í 2015. Orsakað av hesi serligu støðuni í 2015 verða 120.000 tons av hækkingini sett sum felagskvota, ið øll føroysk fiskifør við veiðiloyvi kunna gagnnýta.)

 

Skuffaður av ikki at vita um ymsu niðurstøðurnar hjá Fiskimálaráðnum og Vørn

Landsstýrismaðurin greiddi frá, at hann var sera illa við av, at fáa at vita ígjøgnum fjølmiðlarnar, at Vørn hevði havt eina heilt aðra støðu til flytingar av veiðiloyvum enn Fiskimálaráðið, og at Vørn allatíðina hevði verið samt við niðurstøðuni hjá Løgtingsins Umboðsmanni, langt áðrenn hann kom í starv sum fiskimálaráðharri.

- Hetta kom eisini fram í tí frágreiðing, sum landsstýrismaðurin fekk frá Vørn í juni 2017. Har varð víst á, at Vørn hevði tikið eina avgerð um at nokta eini flyting, beint eftir at niðurstøðan hjá Umboðsmanninum var komin, men at Fiskimálaráðið hevði sett avgerðina til viks í einum kærumáli. Nógv kundi verið øðrvísi, um eg visti, at hetta var farið fram, áðrenn eg gjørdist landsstýrismaður. Tí, um fatanin hjá Vørn hevði verið fylgd, so varð ongantíð gjørd nøkur ólóglig flyting. Men nú kom knappliga eitt opið stríð í fjølmiðlunum millum stjóran á Vørn og landsstýrismannin, hóast eg júst hevði biðið um eina frágreiðing.

 

Ikki umsiti eftir lógini, men einki skeivt gjørt.

Seinasti spurningurin landstýrismaðurin fekk frá kanningarstjóranum var hvussu landstýrismaðurin í fiskivinnumálum sjálvur metti seg hava umsitið málið viðvíkjandi ólógligu veiðuloyvunum.

Her nýtti landstýrismaðurin høvið til at greiða frá øllum tí sum hann eftirfylgjandi hevur gjørt fyri at slíkt ikki skal koma fyri aftur. M.a. er ein kunngerð skrivað, sum tó ongantíð er lýst, tí man politiskt er ósamdur og eitt álit er skrivað, sum júst er handað landstýrismanninum og ikki enn latið almenninginum. Eisini greiddi hann frá ymiskum ætlanum, sum nú skuldu fremjast í samband við júst samtyktu nýskipanina av føroysku fiskivinnuni.

- Málið er sera óheppið, men eg haldi sjálvur at eg havi umsitið á rættan hátt og eg trúgvi fult og fast at eg ikki hevði kunnað gjørt nakað annaleiðiss, var niðurstøðan hjá landstýrismanninum, sum undir avhoyringunum, ið vardu í meira enn fýra tímar, einans hevði havt eina roykipausu.

 

Umfatandi kanning

Undir avhoyringunum kom ymiskt fram, sum sýntist at fangað áhugan hjá kanningarstjóranum og samanumtikið fekk ein tað fatan at Kristina Samuelsen arbeiður við eini sera breiðari og nærlagdari kanning av hvussu lógin um vinnuligan fiskiskap hevur verið umsitin seinastu árini. So tað verður uttan iva ein áhugaverd frágreiðing, sum kanningarstjórin sambært egnari fráboðan fer at lata løgtingsformanninum tíðliga í vár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald