Tað er ikki nógvir útróðrarmenn eftir í Klaksvík
Elsubeth Poulsen er virkisleiðari á Northern Fish Cold Storage. Norðlýsið hevur fingið hana at seta nøkur orð á gerandisdagin á NFCS og um at, útróðurin ikki er so høgt í metum, sum hann einaferð var
(Grein úr blaðnum)
Vit leggja út við arbeiðinum á NFCS.
– ”Tá ið útróðrarbátarnir og trolbátarnir landa hjá okkum, so kemur fiskurin inn, verður skildur í støddir, og seldur á FMF ((Fiskamarknaðinum (FMF) klokkan 09:00 á morgni. Toskurin verður mest seldur í Føroyum, til saltfiskavirkini. Hýsan verður mest seld til England og hesa pakka vit í flamingo-kassar ella 75 litur kassar. Síðani verður avskipað við farmaskipi til Onglands, sigur Elsubeth.
Vit landa 4 frystilínubátar – Klakkur, Jákup B, Pison og Polarstjørnan, sum leggja fiskin upp til okkara frystigoymslu. Vit leiga eitt landingarhold inn til at landa hesar. Fiskurin verður seldur í Føroyum og til útlondini.
Um innanhýsisflutningin í Føroyum sigur hon:
– ”Allur fiskurin verður koyrdur til Havnar fyrst og avskipaður har. Vit lessa sostatt fiskin fyrst upp í bilar og bingjur, bilarnir og bingjurnar fara síðani til Havnar, tí skipini sigla ikki higar”, sigur Elsubeth.
Hon greiðir nærri frá:
”Fyrr sigldu farmaskipiniskipini á Klaksvík. Vit minnast, at Lómur og Blikur hjá Skipafelagnum lógu her, og ta einu tíðina sigldi Samskip eisini til Klaksvíkar, og tá fingu vit sent meginpartin avstað við teimum. Tá kom bæði upp- og avskipingargjald til Klaksvíkar Havn. Hetta steðgaði alt, tá ið Lómur og Blikur vórðu útskiftir við størri skip. Hesi størru skipini byrjaðu at sigla til Norðhavnina, men so bleiv sagt, at tað var ov lítið av fiski at koma eftir, og tað bleiv víst til, at tað kostaði so nógv at koma inn her norðuri. Umframt vanliga grundgevingin við, at infrastruktururin var so nógv betraður við Norðoyatunlinum”, sigur virkisleiðarin.
Spurd um virksemið á NFCS í dag sigur hon:
– ”Vit síggja nærmast útróðrarfisk sum nakað fánandi; tað haldi eg, man kann siga. Miðalaldurin á útróðrarmonnum lækkar avgjørt ikki, og ungir útróðrarmenn leggjast ikki í nóg stóran mun afturat.
Landingarmiðstøðirnar í Tórshavn, Toftum og Miðvági kryvja á landi.
– ”Av tí at vit einans eru 5 fólk og arbeiðið er so óstøðugt orsakað veður og steymviðurskifti, eru vit samd um ikki at fara í gongd við kryvjing á landi. Útróðrarfiskur kemur inn um morgunin og verður avskipaður seinni sama dag. Hetta er eitt so stutt tíðarbil, sum tað ikki loysir seg at seta fólk í fast starv til”, leggur hon afturat.
– ”Tá ið eg byrjaði, so var kaiin stúgvandi full av útróðrarbátum. Í dag er kain so gott sum tóm. Okkurt árið vóru nógvir bátar sum vóru spentir uppá várróðurin, í dag eru teir fáðir í talið.
– ”Í dag eru tað Líðhamar, Stakkavík, Dalsenni, Norðsøki, Skýlisklettur, Morgunroðin og Bjørgvin, sum eru fult drivnir. Tilsamans er talan um 7 bátar. Vit halda, at tað hevði verið øgiliga stuttligt at fingið nakrar afturat. Afturat teimum 7 koma nakrir, sum eru úti av og á, men sum tó ikki liva av útróðri”, sigur Elsubeth. Spurd um orsøkir er svarið:
– ”Tað er nokk ikki tí, at har er ov lítið av pengum í tí, men eg vænti, at tað er strævið at vera útróðrarmaður, tá tað er mest at gera. Tá ið teir eru í útróðri, so er lítil svøvnur, og tað kann til tíðir eisini vera buldrasligt. Tað eru strævnir dagar, har teir standa úti í alskyns líkindum fyri tað nógva, og tað verður kanska ikki so høgt virðismett at vera útróðrarmaður ella at arbeiða á einum fiskavirki. Tað er tí eitt rættiliga ótakksamt starv, hóast tað rætta hevði verið at havt stóra virðing fyri útróðrarmonnum og flakafólki (m/k). Tey flestu verða av tí sama eggjað til at fara í skúla í staðin”, heldur Elsubeth, sum ikki heldur tað vera nakað gott rák.
– ”Eg haldi tað er synd, at øll verða koyrd í skúla, tí langt frá øll eru gjørd til skúlagongd. Vit vita, hvat vit tosa um, tí vit hava havt nógvar skúladreingir her, sum ikki tíma at ganga í skúla. Tá teir so eru her til arbeiðis, so sæst tað, at teir tíma tað ordiliga væl, fáa gott sjálvsálit, eru glaðir og ágrýtnir. Tað er heldur ikki neyðugt at ganga í skúla í 20 ár fyri at klára seg væl í lívinum”, endar Elsubeth Poulsen, virkisleiðari á Northern Fish Cold Storage, samrøðuna við at siga.