Miðnáttarrøða í Vágstúni
Tað var sámuligt regnveður og ikki kalt tá ið felagssangurin var, men fram móti miðnátt og eftir tað fór rættiliga at regna.
Undan miðnáttarrøðuni stóð á skrá kl. 23.00 “Felagssangur við góðum harmonikutónleiki frá Fuglafjarðar Harmonikufelag, har limir úr Klaksvíkar Manskóri syngja fyri”.
Síðani settist Klaksvíkar Hornorkestur kl. 23.30 á stóra pallin og spældi frálíkan horntónleik fram til miðnátt. Skótarnir komu við brennandi faklum, sum lýstu og fjálgaði.
Á miðnátt flutti Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður fram røðu, og eftir tað var stórt fýrverk.
Eirikur hugleiddi m.a. um, fyrstu ferð hann kom til Klaksvíkar og fekk eina stóra reyða sodavatn frá einum manni, hann hevur havt stóra virðing fyri síðani. Um ríka mentanar- og ítróttarlívið her, eins og teir góðu kamar til so mangt, sum eru og verða her í Klaksvík.
Niðanfyri verður røðan hjá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni endurgivin:
Góðu tit øll!
Eg haldi meg minnast fyrstu ferð eg kom til Klaksvíkar. Tað var í túsundáraskeiðnum, sum byrjaði við einum 1 tali. Hjá summum følist tað kanska kortsíðan, men tað man vera meira enn 30 ár síðan. Tað var í øllum førum mitt í 1990unum, og millum annað hevði mamma mín skipað fyri, at vit skuldu inn í eitt stórt hvítt hús. Har var ein maður, sum gav okkum reyðar sodavatn úr einari kempi-sodavatnsmaskinu, sum maðurin sjálvur átti.
Hesin maðurin má vera ein ordans kanón, hugsaði eg.
Og lærdómurin aftaná um Einar Waag á Føroya Bjór hevur avgjørt ikki broytt mína meining um tað.
Hina ferðina eg greitt minnist at hava vitjað Klaksvík í barndóminum var til ein fótbóltsdyst í Djúpumýru. Vit vóru nokk teir eldru í dreingjadeildini – tað eitur nokk U15 í dag – og eg byrjaði inni í verjuni.
Við til søguna skal eg nokk nevna, at eg nøkur ár seinni fekk ein vinmann úr Klaksvík, sum meira enn eina ferð hevur fortalt mær, at hevði tað verið EIN drongur afturat í mínum árgangi í Sundalagnum og á Eiði, so teir kundu manna lið uttan meg, so væntar hann ikki, at eg hevði spælt fótbólt yvirhøvur.
So støðið hevur sjálvandi verið eitt sindur ivasamt til at møta A-liðnum hjá KÍ, sjálvt um fleiri á okkara liði eisini vóru fínir fótbóltsspælarar.
Tað gav eisini at býta. Tá vit høvdu spælt í einar 15 minuttir og Kristoffur Jakobsen tvær ferðir var runnin beint framvið mær og hevði skorað, so greiddi eg rættiliga beinleiðis venjaranum hjá okkum frá, at tað mundi vera ein elendig taktisk avgerð fyri liðið, tá hann hevði bestemmað seg til at seta meg at spæla yvir av akkurát hesum spælaranum. Tað var í øllum førum ikki nøkur haldbar loysn, eftir mínum tykki.
Venjarin lætst ikki um vón, og nakrar fáar minuttir seinni hevði KÍ aftur skorað við somu uppskrift. Tá tók eg støðu fyri venjaran, gekk av vøllinum og fór í KÍ-høllina at skifta klæðir og gera meg kláran at fara við Dúgvuni til Leirvíkar aftur.
Annars hevði eg ikki so nógv við Klaksvíkina og klaksvíkingar at gera næstu árini, men hetta broyttist heilt, tá vit fóru í studentaskúla á Kambsdali. Eg fekk floksfelagar og vinfólk úr Klaksvík, og serliga eftir at tunnilin var komin í apríl 2006 vóru vit rættiliga nógv í Klaksvík. Og tað helt fram til fíggjarkreppan veruliga hevði rakt, og vit vóru fleiri árgangir, sum fóru av landinum í lestrarørindum.
Eg haldi ikki vit hugsaðu so nógv um tað tá. Men eg haldi kortini, at positiva lyndið eftir at Norðoyatunnilin lat upp, ikki helt so øgiliga leingi. Norðoyastevna, Summarfestivalur, tunnilsdagar og sjómannadagar vóru stór tiltøk, men eg skilti væl, tá vinfólkini úr Klaksvík tosaðu um, hvar í “bygdini” okkurt var. Tí har var ikki so øgiliga nógv, og tað kundi eisini sum heild gingið betri.
Hetta var eitt tíðarskeið, har virksemið minkaði. Kósin lat aftur eina løtu, Sparikassin fekk avbjóðingar og KÍ-menninir flutti niður í næstbestu deildina. Ikki tí, KÍ kvinnurnar vunnu og vunnu og vunnu, Stjørnan bleiv Føroyameistari fleiri ferðir, Mjølnir vann rættiliga ofta og Klaksvíkar Róðrarfelag kláraði seg fínt, men tað var sum um, at okkurt – ella nógv – manglaði.
Eftir hetta gingu nøkur ár, har vit búðu uttanlands og mest vóru í Klaksvík í summarferiuni og um jólini, men seint um heystið í 2018 funnu vit eini hús í Víkunum á Rótikassanum. Konan – sum er úr Klaksvík - og eg smekkaðu til, og vit fingu Klaksvík til heim. Akkurát sum SISU-sodavatnin.
Klaksvíkin var tá byrjað at broytast. Biskupstorgið var ávegis. Tað varð tosað um altjóða fótbólt í Djúpumýru, sjálvt um onki Føroyameistaraheiti var komið í hús hjá monnunum síðan 1999. Tað lá 20 ár afturi í tíðini. So vónirnar vóru góðar.
Tað var eisini júst hátíðarhildið fyri aðru ferð, at borgari nummar 5.000 var í Klaksvík – síðst tað talið var, var í 1988. Nú í hesi løtu eru tað nakað yvir 5.100 í býnum og eini 5.500 í kommununi.
Eg kom sjálvur gjøgnum mítt starv í kommununi at kenna nógv fólk og fáa innlit í nógvar ætlanir. Heilt yvirskipað tóktist tað sum, at fólk stóðu saman um, at tað skuldi vera “menning og nørandi gróður” “í Norðoya prúastu bygd”, sum Bernhard Brim orðaði tað.
Hetta var tíðin, tá ítróttarøkið bleiv bygt út, Champions League fótbóltur kom at vera í Djúpumýru, gongd kom á Húsarhaldsskúlan, nýggja kappróðrarneystið varð innstillað til norðurlendska heiðursløn, privat byrjaðu at trúgva uppá íbúðarbygging í býnum, risa umbygging av skúlanum varð gjørd, Varpið tók skap og sjónleikarafelagið fekk varandi hølir á loftinum í Spinnarínum.
Tað gekk ikki leingi, so skuldu norðoyingar hava skoytur til skoytubreytina, renniskógvar til Guttabreytina, speedos til vælverøkið og kaffi (onkuntíð við mjólk í) úr Café Fríðu.
Og sjálvt um kommunan sjálv nú partvíst hevur tikið fótin av spitaranum út frá fíggjarligu fortreytunum, so er framgongdin ikki steðgað.
Stórt hotel er ávegis. Íbúðarverkætlanir koma fram, so hvørt eitt stykki verður tókt. Og størsta forðingin fyri fólkavøkstri er, at tað framvegis mangla búeindir í kommununi.
Hyggja vit at mentanarlívinum, so vil eg halda uppá, at tað stendur í fagrasta blóma. Mentanarvirðislønir landsins vórðu í fjør latnar í Varpinum. Faroese Music Awards var í vár í Varpinum. Ítróttafagnaðurin hjá ítróttarsambandinum verður fleiri tey næstu árini eisini í Varpinum. Størsta verkætlanin hjá Tjóðpallinum seinasta árið var í Varpinum. Í gjár helt hornorkestrið stóra 75 ára hátíðarkonsert í sama Varpinum, og eg ivist um tað nakrastaðni í landinum eru so nógv ung fólk, sum spæla horn.
Hetta síðsta sum eitt beinleiðis úrslit av einari bjargingarætlan, sum Heri Ellingsgaard og Petur Simonsen fortaldu mær um fyri nøkrum árum síðani. Tað var hendan Fiona Parker, sum skuldi geva øllum børnum í Klaksvík horn í hond. Tað sær altso út til at hava riggað væl.
Og halda vit okkum til tónleikin, so er ársins Sement-vinnari Hans Andrias Jacobsen eisini úr Klaksvík.
Taka vit myndlistina og líknandi, so gerast tey fleiri og fleiri, sum gerast betri og betri. Edward Fuglø sjálvandi í serflokki. Og tey hava eisini sín pall. Ella í veruleikanum tveir, tí vit hava bæði privat gallarí í Gamla Seglhúsinum og á Stongunum.
Venda vit okkum til ítrótt, so gongur tað væl hjá KÍ. Evropeiska ævintýrið fyrraárið var higartil toppurin, men í ár sær aftur ordiliga gott út. Onkur sigur, at úrslitið í kvøld var staðfestingin av Føroyameistaraheitinum, men har er mann sjálvandi ikki enn. Mjølnir eru steypavinnarar og í toppinum sum heild hjá bæði monnum og kvinnum. Ljós er í róðrarneystinum dag og nátt, og í dag sóu vit, at tað rættiliga sannlíkt eisini verður nógv at fegnast um í kappróðrinum, tá kappingarárið endar. 10 mannafarsróðurin í dag verður heilt vist eitt undantak!
Stjørnan og Team Klaksvík tykjast at vera í einari sunnari uppbygging. Ægir eigur millum fremstu svimjararnar í landinum við Leu Osberg Højsted og Líggjas Joensen – og fleiri eru ávegis. Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø seta næstan hvønn mánað nýggj føroysk met í renning og vit kundu blivið við – og tað átti eg eisini at gjørt, tí tað er heilt vist okkurt, sum eg átti at nevnt afturat.
Og tað haldi eg faktiskt, at eg skal gera – altso nevna okkurt gott afturat:
Ongastaðni í landinum duga líka nógv børn at svimja sum í Klaksvík. Tað er vísindaliga staðfest. Og hjá okkum sum hava børn er boðskapurin vit oftast hoyra frá øðrum foreldrum og frá ítróttarfeløgum, skótum, samkomum og øðrum, at tað eru for nógv tilboð til børnini at velja ímillum – ja, ella for fá børn.
Poengið er, at vit síggja framgongdina so gott sum allastaðni, og sjálvt um tað heilt vist eru viðurskifti, sum kundu verið betri, so haldi eg vit kunnu vera errin av avrikunum her í Norðoya prúðastu bygd. Alt nakað, sum vit fólkið, sum býr her, hevur bygt upp.
Kanska hevði onkur sagt, at tað er bygdasligt ella banalt at siga soleiðis, men eru vit til dømis úti á Bumshamri ella undir Grashjalla og hyggja inn eftir Vágni, so síggja vit veruliga eina skyline av einum byrjandi býi. Og vita tit hvat. Tað er sovorið, sum eg í øllum førum verði errin av. Og tað haldi eg, at vit øll eiga at vera errin av.
Takk fyri og góða Norðoyastevnu