Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eldri mynd umborð á Klaksvíkingi - ein sær hvat Annika fall fyri :D | Mynd: Svein Rógvi Ljósstein

Svein Rógvi tippar Jóansøkuróðurin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.06.2025 - 11:42 Ítrottur Tíðindi

Hjartaliga tillukku við teimum 100 árunum, Jóansøka!

 

Tað er eitt heilt serligt upplivilsi at vera við til róðrar á Jóansøku – tú veitst aldrin, hvat fer at henda! BUU-róp, fagnaðarróp og longutong á lofti, alt er sum tað eigur at vera, tá ið man rør kapp í Suðri. I love it!

Gestablídnið er altíð í topp, og ikki eitt eyga er turt.

Vónandi ganga tað ikki 100 ár aftrat áðrenn 10 mannafarið Suðuroyingur verður mannaður.

Tak fyri eina fantastisk Jóansøku – saman skapa vit søgu!

 

5 mannfør gentur 14-16 ár.

1.     Pílur

2.     Kollur

3.     Gulin

Tá ið Pílur legði frá landi í Hvalvík, sást beinanvegin, at har var ferð og megi. Tí vænti eg, at tær taka siðurin aftur í dag – við einum róðri, ið minnir um ein maskinu.

 

5 mannfør gentur 15-17 ár.

1.     Sílið

2.     Skansin

3.     Títlingur

Spennandi verður um Havnar róðrarfelag klára at blíva nr. 1,2,3, og 4. Men eg vænti at Sílið vinnur klárt.

 

5 mannfør kvinnur.

1.     Kjósin

2.     Fipan Fagra

3.     Erla Kongsdóttir

Tað sær út til, at Sarita hevur fingið stýr upp á Kjósina aftur í ár – rennur beint og rennur væl. Eg vænti tí, at tær taka siðurin í dag við einari hálvari bátslongd.

 

6. mannfør kvinnur

        Jarnbardur vinnur.

 

5 mannfør dreingir 14-16 ár.

1.     Fipan Fagra

2.     Falkur

3.     Kollur

Komandi FM-vinnarar umborð á Fipan Føgru fara at vinna aftur í dag – ein vill ferð gjøgnum brim og brot. Gleði tykkum! Fipan Fagra rør sum ein dreymur, og dreingirnir rógva sum um teir vóru smíðaðir til hetta. Tað besta áralagið í landinum er klárt til at vinna aftur!

 

5 mannfør dreingir 17-18 ár.

1.     Fipan Fagra

2.     Royndin Fríða

3.     Drekin

Dreingir 17–18 ár – og her fer tað at bresta á! Her vera 5 minuttir og 20 sekund av reinum róðrarvillskapi! Tað er kraft, tað er takt, og tað er vilji! Gleði tykkum – hetta verður ein rennandi eldur yvir sjógv!

 

6 mannfør menn.

1.     Sundabáturin

2.     Skúgvur

3.     Sølmundur

Sundabáturin klárar tað, sum Norðoyingur ikki megnaði – at buldra til, tora, og vinna. Teir rógva ikki bara væl, teir rógva við einum mót, sum fær sjógvin at darra. Hetta er ikki bara ein róður, hetta er ein ótrúligur vilji!

 

8 mannfør

1.     Ørvur

2.     Risin

3.     Gøtu Tróndur

Vit sóu tað í Hvalvík – 'Grønskolningarnir' umborð á Ørvi høvdu trupult við at rógva í bekk. Tað líktist mest sum smádreingir í bardaga móti vaksnum monnum. Men hinvegin: Risin sjálvur hevði stórar trupulleikar í lunn – kanska eru risarnir einfalt ov stórir. Lættvektarnir á Ørvi tóku tað í sínum egna róliga megi og rógva lunnin so væl, at teir endaðu við at vinna við heili 1½ bátslongd – upp á bert 660,8 metrar! Tað er taktur, tað er teknikkur, og tað er eitt signal um, at stødd ikki altíð vinnur. Tað ger hegni!

Men fyri kappingina so koyr á Risin.

 

10 mannfør.

1.     Klaksvíkingur

2.     Havnarbáturin

3.     Norðingur

Vónandi fái eg ikki rætt í tí, sum eg sigi nú – at FM longu er avgjørt, og at hinir hava lagt árarnar á hillina. Men tað sá onkursvegna soleiðis út, tá ið teir róðu í Hvalvík. Tað var sum at síggja ein bát við vilja – og hinir við vónbroti. Synd, um mín spádómur heldur sær, og tað veruliga er so lítil veiggj eftir í hinum bátunum.

 

Góða stevnu.

Heilsan Svein Rógvi Nielsen Ljósstein.

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Svein Rógvi tippar Jóansøkuróðurin
Kirkju­konsertir við Ari, Kamillu og Biri…
Upptakt: KÍ-B36
Urbanus á Kallinum
Nøglin: Dronumyndir­nar eru óbrúkiligar
Anru gjørt ein roktúr
Eingin kappróður leygar­dagin á jóansøku
Prógvhandan skip­satstøðarar 2025
Javnaðar­flokku­rin vil tryggja vælferð­ina…
Skúlin er liðugur
Sum at byggja við LEGO
Veðrið um vikuskiftið
07 Vestur leigar frá KÍ
Føroyska politiska mentanin leggur ikki…
Listaframsýning
Martin Venned vitjar Nøglina í dag
Klakkur landað og skift fólk
Sólvit: Framsókn breyt avtaluna
Fimm nýggir kavarar
Fýra næmingar fingu handað prógv