Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kirkjukonsertir við Ari, Kamillu og Biritu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.06.2025 - 11:31 Mentan Tíðindi

- Mozart, Delibes og Boëllemann 

 

Í komandi viku fara tey trý at framføra klassisk verk í Glyvra Kirkju og í Hoyvíkar Kirkju.

Organisturin Ari Hammer Joensen hevur í longri tíð verið fastur organistur í Vesturkirkjuni, og er nú undir útbúgving á Kongaliga Konservatoriinum í Keypmannahavn. Hann hevur vunnið fyrstu virðisløn í kappingini Stella Polaris í bólkinum fyri ung millum 14 og 18 ár. Í fjør vann hann aðru virðisløn í Rued Langgaard kappingini í Keypmannahavn, umframt at gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum varð latið honum.

Floytuleikarin Kamilla Ravnsfjall er útbúgvin á University of Glasgow. Hon hevur spælt við í Føroya Symfoniorkestri, framført nógv saman við Spælimonnum og við bólkinum Yggdrasil.

Operasangarin Birita Adela hevur lært klassiskan sang á Vocal Arts í Nürnberg, umframt á Accademia Europea di Firenze. Hon er annar av stigtakarunum til Opera.fo, og hevur nýliga skrivað og leikstjórnað pixi-operurnar “Hevur tú sæð Carmen?” og “Gandafloytan”. 

Hvør sær og í felag fara tey at framføra eina spennandi konsertskrá, við kendum verkum eftir fronsku tónaskøldini L. Delibes, L. Boëllemann og J. Alain, umframt eftir W.A. Mozart.

Kirkjukonsertirnar eru almennar og ókeypis. 

  • Glyvra kirkja, mikukvøldið 25. juni kl. 19:00
  • Hoyvíkar kirkja, fríggjadagin 27. juni kl. 19:00
Lýsing
Seinastu tíðindini
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði
Tey venja leik í Spinnarínum
Innangarðsútskiftingin í Haraldssundi
Heðin og Fríða vitja Norðlýsið
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Vísindavøka á ferð á Sørvágs Bókasavni í…
Ólógligar loyndar sjúkuskráir – amboð a…
Stradivarius í Løkshøll og Hátún
Drama í Sambands­flokki­num
Fríði Sigurðsson settur sum nýggjur stjó…
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jan vitjar Norðlýsið
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Kunningarfundur um kirkju­ráð­sarbeiði
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…