Lýsing
Lýsing
14 ár síðani tveir heimadystir á rað uttan mál
KÍ hevur spælt tveir heimadystir á rað 0-0 og tað er langt síðani, at KÍ hevur spælt tveir heimadystir á rað uttan at skorað mál.
0-0 móti HB og 0-0 móti Víkingi. Hetta eru síðsu tveir heimadystirnir hjá KÍ. Og vit skulu aftur til 2011, tá KÍ júst var flutt upp fyri at finna seinast, har KÍ ikki skoraði tveir heimadystir á rað í landskappingini. Tá tapti KÍ 1-0 móti Víkingi og 2-0 móti B36.
Komandi dystir hjá KÍ eru móti EB/Streymi, EB/Streymi, B68 og 07 Vestur og TB áðrenn tann á pappírinum einasta veruliga testin áðrenn finaluna um løgmanssteypið verður í síðsta umfarinum móti NSÍ í Runavík. Fær KÍ 10 stig afturat av teimum 18 møguligu, so hevur KÍ tryggjað sær FM 2025.
Seinastu tíðindini