Lýsing
Lýsing
Lýsing

Send okkum gjarna tíni hugskot!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.09.2025 - 12:42 Mentan Tíðindi Vinna

Virkið Heyst hevur undanfarin ár verið í viku 39, men í ár verður Virkið heyst í viku 41, sum er í døgunum 6. okt. – 12. okt. Tvey onnur tiltøk verða knýtt í Virkið Heyst í hesum umfari. Talan er um Fjølmentanarvikuna og Heystglóð

 

Hesa vikuna í oktober verður býurin karmur um størri og smærri tiltøk, sum m.a. skulu eggja borgarum at vera virkin saman og hugbundin. 

Fjølmentanarvikan er í høvuðsheitum eitt átak, sum hevur til endamáls at viðurkenna, fevna og fagna teimum ymisku mentanunum, sum eru í Føroyum. Tí fara fleiri tiltøk eisini at bera brá av hesum. 

Leygardagin 12. oktober verður Heystglóð. Tá er tað handilsvinnan, sum veruliga fer at spíla seg út við nógvum spennandi átøkum.  

 

Send okkum títt hugskot 

Hugskot til skránna eru vælkomin, tí eitt av endamálunum við Virkið Heyst er nevnliga at sjónliggera tiltøk og átøk, sum longu eru á skrá hjá áhugafeløgum, einstaklingum og øðrum. Men eisini at lata upp fyri hugskotum frá borgarum, um ynski er at samstarva við kommununa um eitt hvørt, sum stuðlar hesum endamáli. 

Á henda hátt fær kommunan bæði verið við til at varpa ljós á tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi, men eisini møguleika at menna nýggj og spennandi tilboð saman við borgarum, vinnuni og áhugafelagsskapum.  

Kunning um tiltøk, sum ynski er at fáa við í skránna, skulu boðast frá í seinasta lagi mikudagin 30. september 2025.

Boða frá her: Virkið Heyst 2025

Lýsing
Seinastu tíðindini
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jan vitjar Norðlýsið
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Kunningarfundur um kirkju­ráð­sarbeiði
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…
Set sjúklingin í miðdepilin
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…