Lýsing
Lýsing
Lýsing

Anru gjørt ein roktúr

SKRIVAÐ: Føroyska Sjómansmissiónin  |  21.06.2025 - 14:40 Tíðindi Vinna

-Vit kundu fylt bátin uppá eitt samdøgur, tí fiskur var nógvur. Vit eru bara 7 mans og so skal fiskurin bløða út og ísast, tí góðskan skal verða góð, so tað tekur sína tíð, sigur Gundur.

 

Seinnapartin í gjár kom línubáturin Anru á Havnina. Teir høvdu roynt á Norðureysturlandi Ísland og høvdu gjørt ein roktúr. Teir vóru burturi í knapt seks samdøgur og tá fóru trý teirra til sigling.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk eitt prát við ein vælnøgdan og takksman Gundur Sørensen, sum er skipari.

-Ja, vit hava gjørt ein skjótan og góðan túr. Vit settu bara 66 stokkar, sum eru umleið 200 vanligir línustampar, og vit hava umleið 46.000 pund, og fulla last. Tað er gott fiskarí, sigur Gundur.

-Fiskaslagið er tað besta, tí umleið 42.000 pund er stórur og góður toskur og so hava vit umleið 4000 pund av stórari hýsu, sigur hann.

-Vit kundu fylt bátin uppá eitt samdøgur, tí fiskur var nógvur. Vit eru bara 7 mans og so skal fiskurin bløða út og ísast, tí góðskan skal verða góð, so tað tekur sína tíð, sigur Gundur.

-Har var nógvur fiskur, so tað var spennandi. Vit hava kvotu til ein stóran túr eftir við Ísland, so kanska vit fara yviraftur komandi túr. Vit landa mánadagin og tá verður fiskurin seldur, sigur Gundur Sørensen.

Gundur bjóðaði drekka og trúboðarin hevði eitt Guds orð og bøn.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Urbanus á Kallinum
Nøglin: Dronumyndir­nar eru óbrúkiligar
Anru gjørt ein roktúr
Eingin kappróður leygar­dagin á jóansøku
Prógvhandan skip­satstøðarar 2025
Javnaðar­flokku­rin vil tryggja vælferð­ina…
Skúlin er liðugur
Sum at byggja við LEGO
Veðrið um vikuskiftið
07 Vestur leigar frá KÍ
Føroyska politiska mentanin leggur ikki…
Listaframsýning
Martin Venned vitjar Nøglina í dag
Klakkur landa og skift fólk
Sólvit: Framsókn breyt avtaluna
Fimm nýggir kavarar
Fýra næmingar fingu handað prógv
Blákollubørn samla pening inn til Team R…
Gilli: Føroyskir fótbóltsleikarar eru fo…
Sólvit: Forlíksmentanin manglar í føroys…