Lýsing
Lýsing
Lýsing
Teir størstu byggilutirnir viga um 8 tons, so her skulu stór amboð til. | Mynd: Dávur Winther

Sum at byggja við LEGO

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  20.06.2025 - 15:50 Tíðindi Vinna

Fyrireikingarnar til íbúðarbyggingina Eystan Garð, hjá Pado ganga væl, varð skrivað í byrjanini av apríl.

Tá var stuðlaveggurin niðaneftir júst liðugt stoyptur og steinsetingin fyri byggingini liðug – Hetta fyri 10 eigaraíbúðum, sum eru ímillum 80 og 96 fermetrar til víddar.

Seks teirra við tveimum kømurum - og fýra við trimum kømurum.

Í dag verður yvirhæddin gjørd liðug. Tað gongur við rúkandi ferð - sum at byggja Lego. Talan er um elementbyggjaríð úr beton, sum Løvubeton letur gera.

Teir størstu byggilutirnir viga um 8 tons, so her skulu stór amboð til. Eisini eru kaðalrør í elementunum at drage el-leiðingar í.

So eftir einum degi stendur øll yvirhæddin liðug við enda- og skilaveggum. Eisini eru wc-klivar settir inn á báðar hæddirnar. Teir eru liðugt gjørdir við flísum, brúsu, vaski, wc og enntá knagum at handa handklæðið á.

Hetta lættir munandi um og styttir um byggitíðina. Teir vænta, at íbúðirnar kunnu lætast eigarunum fyrst í komandi ári.

Allar íbúðirnar eru umbidnar, so nú verður leitað eftir nýggjum byggilendi at byggja fleiri íbúðir á, sigur ein eldhugaður Pado - Poul á Dul Olsen.

Sí grein 7. apríl 2025

Lýsing
Seinastu tíðindini
Linda: Eg havi 70 børn í ár
Nýggjur palllista­skúli í Klaksvík
OYL25: Vit hugsa bert um svimjing
Samrøða við Torkil Mørkøre
SSL stjórin: Royndarsiglingin gekk sera…
Magnus og Olgar áttu Víking (seinni Eldo…
Russiska fyritøkan stendur spyrjandi
Nøglin í dag kl. 15
Bankar: Fíggjarstøðan hjá vinnukundum ba…
Høganesvegu­rin verður longdur
Rottangatøming í Svínoy
Sílaverkætlanin heldur fram, og okkum tø…
Myndarøð: NSÍ-HJK - á Djúpumýru
Góður fyrri hálvleikur hjá KÍ
Her sæst KÍ dysturin
Ægir fyrra tíman og Torkil Mørkøre seinn…
Atgongumerkjaprísu­rin einaferð enn
Dómur úr leysum lofti
Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann m…
Upptakt: SJK-KÍ