Lýsing
Lýsing
Lýsing
Úr Mikladali og suður ígjøgnum Kalsoyarfjørð. Á fjørðinum sæst eitt fitt lot av landsynningi, um Klakkin fjallaskýggj, sum kann hava givið ælaveður í Klaksvík eina løtu, meðan nakað oman fyri fjøllini eru aldut aspertisaskýggj. Fyri tað mesta slættar aldur, men í støðum skjóruttar og ófantaligar. | Mynd: Óli Olsen, Mikladali

Asperitasskýggj

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.06.2025 - 19:00 Tíðindi Veðrið

Seinnapartin leygardagin sóust sera vøkur skýggj á luftini. Nógv fólk tóku góðar myndir av teimum, og fleiri teirra sendu myndir til veðurstovuna. Tað eru tey sera fegin um, skilst.

Skýggini eru av slagnum Asperitas, og tey eru allýst soleiðis í nýggjastu útgávuni av altjóða skýatlassinum (leysliga umsett úr enskum):

Skillig skýggj við aldukendum skýfóti; eitt sindur óruddilig á at líta. Aldurnar kunnu annaðhvørt vera slættar ella skjóruttar og líkast óslættum sjógvi. Skýggini kunnu vera tjúkk ella kløn, og tað er so ymiskt, hvussu nógv ljós sleppur niðurígjøgnum.

Skýfóturin á asperitas leygardagin var nakað oman fyri fjallatopparnar, men hann kann eisini vera nakað hægri enn tað (altocumulus asperitas).  

Hesi skýggj eru ikki avgjørd tekn um, hvat veður vit hava ella hvat er í væntu, men tey taka seg viðhvørt upp nær økjum, har tað er stormur. Men ikki altíð. Tað regnar vanliga ikki úr hesum skýggjum.

Veðurviðurskiftini í Føroyum leygardagin vóru soleiðis, at lýggj og slavin luft rak ímóti okkum sunnaneftir, og brúgvaløg stóðu í flokk og rað at sleppa framat við ælaveðri. Ikki lætt at dokumentera, men mítt boð er, at aperitasskýggini vóru ímillum brúgvaløgini, og at tað regnaði ikki niðurúr teimum.  

Hvussu tey eita, hvat tey eru tekin um ella ikki – so eru tey sera vøkur á at líta.

Havi viðlagt 5 myndir, sum eru tiknar í Skúgvi, Mikladali, á Viðareiði og í Klaksvík.

Mynd: Óli Olsen, Mikladali

Mynd: Rói Absalonsen, Viðareiði

Mynd: Jóhan Hentze

Mynd: Linjon Jacobsen, Klaksvík

Mynd: Benjamin Absalonsen, Viðareiði

Lýsing
Seinastu tíðindini
 Julian Gregersen hevur sett eitt knúsan…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…
Formula jólamenn: - Vit spreiða jólagleð…
Nýggj barnabók um stríðið millum Sigmund…
Føroysk luttøka í British Rowing Indoor…
Anfinn: - Vit bjóða út fyrsta dagin
Jólahús í Skansa­húsinum