Stórar útbyggingar í Fuglafirði
Havsbrún í Fuglafirði hevur stórar ætlanir fyri omanfyri ½ milliard, sum í fyrstu atløgu nærmast skulu tvífalda framleiðsluna, og ætlanirnar enda ikki við tí. Seinni er ætlanin at seta nakrar silo’ir afturat upp, eins og fimm tunlar skulu hýsa 40.000 tonsum av mjøli. Hetta sigur Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, í viðtali við Norðlýsið.
(Hendan greinin stendur í blaði nr 6)
– ”Í hesum døgum eru vit í ferð við at seta maskinurnar upp, og bygningurin, ið bygdur verður, er 6.000 m² í 6 hæddum, og har verður pláss fyri tveimum linjum, harav ein verður sett upp beinanvegin, og tá kunnu vit fara úr 150.000 tonsum av framleiðslu upp í 280.000 tons”, sigur Odd Eliasen.
Úti á fjørðinum, sjálvum Fuglafirði, sæst ein stór grótrúgva. Hvør man ætlanin vera við henni?
– ”Har verður eitt øki upp á 10.000 m² gjørt klárt til at seta fóðurgoymslur á, og tað verður ein 300-metra long bryggja rundan um. Sunnanfyri fer eksporturin til Skotlands og kanska onnur útlond at vera, og heimanfyri fer fóðurbáturin til tey føroysku alibrúkini at vera. So vit føla tað sum, at vit eru rættiliga væl fyri og væl riggað til framtíðina. Grótið er komið úr 5 stórum tunlum, sum vit hava sprongt, og í teimum tunlunum er 24.000 m² av vídd, og teir kunnu hýsa 40.000 tonsum av fiskamjøli”, greiðir Odd frá, og hann heldur fram:
– ”Hetta fer at skapa nøkur arbeiðspláss afturat, men ikki so øgiliga mong. Vit royna at gera tingini effektivari, og vit síggja eisini, at vit hava hildið starvsfólkatalið rættiliga javnt. Til dømis koma ung fólk inn at hjálpa okkum í eitt ella tvey ár, áðrenn tey fara at lesa hægri lestur, men tað eru ikki so nógv av teimum. Tað eru stór og tung ting, vit fáast við, so vit seta ongan undir 15 ár. Vit hava nakrar lærlingar í smiðjuni, og tann nýggjasti útbúni av teimum var ein, ið lærir til elektrikara”, sigur stjórin á Havsbrún.
Enn fleiri útbyggingar í væntu – men eitt hjartasuff
– ”Hendan nýggja fóðurlinjan kostar kanska eina hálva milliard, og útbyggingarnar á bryggjuni fara at kosta umleið 150 milliónir, so rættiliga nógvur peningur verður brúktur í eygablikkinum. Tað næsta á skránni er at fáa nakrar silo’ir upp, og tær eru við í eini ætlan fyri bryggjuøkið, sum er løgd saman við Fuglafjarðar Kommunu. Tá ið vit so koma eitt lítið sindur longur fram í tíðina, so er ætlanin at fáa eitt øki uttanvert her, og har er meiningin at fáa eina linju til at framleiða mjøl og lýsi í framtíðini, tá til dømis Christian í Grótinum kemur inn við 3.500 tonsum. Tá skulu vit klára at arbeiða undan uppá minni enn eitt døgn, soleiðis at teir ikki skulu liggja og bíða leingi, tí fyri skipini er tað altíð umráðandi at sleppa út aftur so skjótt sum møguligt”, sigur hann, men hann er ikki so optimistiskur, tá prátið fer inn á føroysku politisku skipanina:
– ”Vit gleppa ofta burturímillum í tí politiska, sum ikki er so áhugað í mjøldeildum. Vit vita valla, hvør varðar av okkum – er tað Vinnumálaráðið ella Fiskimálaráðið?”, spyr Odd Eliasen retoriskt, og hann dylur ikki fyri, at hann hevði viljað, at Havsbrún sorteraði undir sama aðalráðið sum alivinnan, t.v.s. ikki undir Fiskimálaráðnum sum í dag.