
Veðrið í vikuni
Sum ikki einaferð, so kunnu vit býta vikuna í tvey, tá ið tað kemur til veðrið. Fyrstu 3 dagarnar lítil vindur av ymsum ættum og grátt loft, og okkurt ælið viðhvørt. Ein lagd við lágum trýsti fer at strekkja seg út Noregi og heilt vestur til Suðurgrønlands, og har liggja vit mitt í.
Frá hósdegnum fra vit at hava lágtrýstveður. Alt økið vestanfyri fer at vera eitt stórt lágtrýstøki. Ættin her hjá okkum fer at vera millum landsynning og sunnan, og brúgvaløg við regni fara at leggja leiðina framvið.
Hitalagið fer ikki at broytast nógv hesa vikuna. Minsti hiti um náttina fer at vera um 8-9 stig, og mesti hitin fer upp í 13-15 stig.
Veðrið í vikuni – dag fyri dag:
Restina av degnum í dag og í nátt:
Seinnapartin í dag veksur vindurin sunnanfyri upp í frískan vind upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s; men norðanfyri framevgis eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Enn skýggjað og okkurt ælið. Í kvøld sum frá líður, og tað er um alt landið, lítið lot av ymsum ættum, skýggjað og bert okkurt ælið. Hitin millum 8 og 12 stig.
Týsdagin:
Eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin millum 8 og 12 stig.
Mikudagin:
Lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Út á dagin gongur hann niður í sunnan. Um náttina lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, men móti morgni, frískur vindur, 10 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 9 til 13 stig.
Hósdagin:
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og regn. Seinnapartin støkkur hann vesturum til útsynning, vindurin minkar niður lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og sum frá líður slítur í. Um kvøldið sunnan, klárt og turt, fram ímóti morgni tó regn. Hitin 9 til 14 stig.
Fríggjadagin:
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, skýggjað og regn. Sum líður á seinnapartin lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og ímóti kvøldi turt. Um kvøldið veksur vindurin so við og við upp í frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 10 til 15 stig.