Frá TikTok til Tórshavn: Reiley kemur heim
Reiley kemur til Føroya at framføra á OY Voxbotn. Í kuffertinum hevur hann popptónleik í heimsflokki, sum hansara mongu fylgjarar fjeppast um. Gleð teg til eina sanna poppveitslu saman við Reiley!
Havnadrongurin Rani Petersen, ið virkar undir listanavninum Reiley, er ein av fáu føroyingum, ið veruliga hevur bygt sær ein altjóða pall. Hann byrjaði longu sum ungur at leggja tónleik út á sosialar miðlar, og í dag hevur hann yvir 10 milliónir fylgjarar á TikTok.
Reiley hevur virkað uttan fyri landaoddarnar og hevur ikki framført nógv her heima. Hann gjørdi sáttmála við amerikanska Atlantic Records, og tað sigur nakað um bæði hansara dugnasemi og virðingina, hann hevur fingið úti í heimi.
Hann er serliga dugnaligur. Vit fingu veruliga sjón fyri søgn, tá Reiley í 2023 vann Danska Melodi Grand Prix og varð sendur til Eurovision Song Contest í Liverpool at umboða Danmark.
Reiley er sermerktur við einum sjónligum og gjøgnumførdum poppstíli, har tónleikur og visuell framførsla ganga hond í hond. Løgini eru í altjóða klassa – og showini eru altíð 100% gjøgnumførd.
Leygardagin verður tað! Kom og uppliv Reiley – saman við Sámal Ravnsfjall, Goodboys, Minds of 99, RSP, Byrta, Suspekt, Swangah, Týr – og ikki minst risastóru All Stars konsertini, har fleiri av okkara fremstu tónleikarum fara at framføra síni størstu hitt.
Keyp atgongumerki á ebillet.fo fyri kr. 1.050,- umframt avgreiðslugjald.
OY Voxbotn – í samstarvi við Posta, Føroya Banka, Eta, Atlantic Airways, OY, SMS, Burger King, Effo, Coca-Cola, Nema, Hoyrnin og Red Bull.