Hjartasuff av Kalsoynni
Hatta er bara for langt úti, at bera seg soleiðis at - ein skomm fyri okkum sum búgva her, hvar tey allarflestu eru hampafólk, men ikki øll
(Norðlýsið veit hvør hevur skrivað lesarabrævið)
Eg eri sjálvur/sjálv kalsingir, og gangi høgt uppí mín hava og viðlíkahald av mínum egnu ognum.
Í onkrum bygdum er vónleyst at fáast við havar, tí seyðir ganga um hegn sum ávísir bøndur ikki tíma at halda, er mær fortalt.
Hundar er eitt STÓRT problem í Mikladali, har ganga hundar dagliga leysir, skíta allastaðni í hesi annars væl hildnu bygd. Á Trøllanesi er onki frægari við hundum. Hugsa hesir hundaeigarar ikki, at tað kann standast stórur skaði um onkur verður hundbitin? Hundarnir eru stórir, og børnini eru smá, men tað sær út til, at hundarnir hava forrætt. Annnars eru skelti ið siga, at hundar skulu vera í bandi?
Var eitt ørindi í Knúksdali við jarnburturkasti, og har rendi eg meg í eina keðiliga sjón. Har stóð ein frystiboks hálvfull av kjøti o.ø. mati - lokið stóð opið, so tað var bara ein spurningur um tíð, so legði fuglurin á, eg koyrdi lokið aftur. Tað var annars nógv pláss í ruskbingjuni til óruddi.
Men hvør finnur uppá slíkt? stríðast við at fáa frystiboksina í ein lastbil/Pick Up, fyri síðan at knossa hana av aftur bilinum hálvfull av mati ?
Haldi at viðkomandi eigur at fara í Knúksdal og TØMA boksina. Hatta er bara for langt úti, at bera seg soleiðis at - ein skomm fyri okkum sum búgva her, hvar tey allarflestu eru hampafólk, men ikki øll. Eg helt hetta vera so vánaligt og ófantaligt, at eg tók myndir av ólekra matinum.