Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar trýstu Eysturríki í botn, men taptu 3-1

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  22.06.2025 - 20:50 Ítrottur Tíðindi

Thorvald Danielsen er skrásettur fyri 1 vinnarasmassj – settbóltin í fyrsta setti – men sjáldan eru hevararnir nevndir í hagtølunum, men tað átti hann, tí hann stýrdi føroyska spælinum meistarliga

 

 


Silvurligan, menn:
Føroyar – Eysturríki 1-3 (29-27, 17-25, 24-26, 20-25

Hóast føroyska flogbóltslandsliðið við monnum vann fyrsta sett, var ikki nógv sum bendi á tað, tá Eysturríki legði seg á odda 13-7 og 19-13. Føroyar minkaðu tó um munin niður í 19-21, men fingu kortini tríggjar settbóltar ímóti sær, tá Eysturríki legði seg á odda 24-21. Føroyar hóraðu tó undan og javnaðu til 24-24 og fingu settbólt við støðuna 28-27, og hann langaði Thorvald Danielsen lumpisliga í gólvið hjá Eysturríki, ístaðin fyri at heva.

Føroyar fingu eisini framúr byrjan upp á annað sett og fóru framum 6-2 og vóru frammanfyri 10-7, áðrenn Eysturríki javnaði til 10-10. Eysturríki dró síðan frá og vann settið 25-17.

Føroyar løgdu uppaftur betur fyri í triðja setti og fóru framum 8-2. Munurin hevði hug at minka, men Føroyar hildu sær tó frammanfyri til 24-21. Eingin av settbóltunum varð tó gagnnýttur, og við fimm stigum á rað vann Eysturríki settið 26-24.

Føroyar hildu tó fram við góðu gongdini í fjórða setti og fóru framum 10-4 og vóru frammanfyri til Eysturríki javnaði til 13-13, tá Eysturríki fór trý, fýra framum, og at enda vann settið 25-20 og dystin 3-1.

Toppskorari hjá Føroyum í dag var Bjarni Joensen við 19 stigum, og honum á baki kom yngri bróðurin Bjarni við 17. Jóhan Arni Elisson Wang hevði 6 vinnarablokkar í sínum til samans 12 stigum. Thorvald Danielsen er skrásettur fyri 1 vinnarasmassj – settbóltin í fyrsta setti – men sjáldan eru hevararnir nevndir í hagtølunum, men tað átti hann, tí hann stýrdi føroyska spælinum meistarliga.

Næsta leygardag og sunnudag spæla Føroyar ímóti Luksemborg og Georgia í Georgia. Georgia hevur tapt allar sínar dystir; m.a. 3-2 fyri Íslandi, sum Føroyar vunnu 3-2 á.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvík­ingur er nú á odda
Føroyar trýstu Eysturríki í botn, men ta…
Minningarorð um Otto hjá Sámal úr Lorvík
Myndarøð: KÍ - B36 2-1
KÍ gjørdi nokk til at vinna trý stig
Svein Rógvi tippar Jóansøkuróðurin
Kirkju­konsertir við Ari, Kamillu og Biri…
Upptakt: KÍ-B36
Urbanus á Kallinum
Nøglin: Dronumyndir­nar eru óbrúkiligar
Anru gjørt ein roktúr
Eingin kappróður leygar­dagin á jóansøku
Prógvhandan skip­satstøðarar 2025
Javnaðar­flokku­rin vil tryggja vælferð­ina…
Skúlin er liðugur
Sum at byggja við LEGO
Veðrið um vikuskiftið
07 Vestur leigar frá KÍ
Føroyska politiska mentanin leggur ikki…
Listaframsýning